Í morgin leygardagin fellur avgerðin í landskappingini í talvi 2018. Allir dystirnir í seinasta umfari vera á Finsen í Havn – í nýumbygdu gomlu kommunuskúlaauluni. Fyrstu leikirnir verða fluttir longu klokkan tíggju fyrrapartin.
Oddaliðini í fremstu deildini møtast í avgerandi innanhýsis dysti. Eins og í fjør stendur kappingin um meistaraheitið millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag. Hetta eru feløgini, sum hava gjørt seg galdandi seinnu árini. Sandavágsmenn vunnu FM-heitið fýra ár á rað, men í fjør breyt Havnar Telvingarfelag sigursrøðina. Havnarmenn eru tvey stig fremri undan seinasta dystinum. Men vinna vágamenn 3-1, eru teir føroyameistarar. Havnarmenn standa seg við teprum 1½-2½ tapi. Í fjør var støðan at kalla meinlík. Tá var hálvttriðja stig á muni, sandavágsmenn vunnu 3-1, men endaðu eitt hálvt stig aftari.
Manningin á fyrsta liði hjá Sandavágs Talvfelag er soleiðis fyri í morgin, at tríggir av føstu fýra telvarunum eru sáttmálaspælarar í Betri-deildini, og skulu spæla fótbóltsdyst seinni á degi. Rógvi Egilstoft Nielsen í EB/Streymi, og Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson í 07 Vestur. EB/Streymur spælir klokkan fimm, og 07 Vestur klokkan fýra, so har verður sum til skraddarans barsil. Tað er bara at flyta skjótt og væl. Hjá havnarmonnum eru nú allir mans tøkir – eisini stórmeistarin Helgi Dam Ziska.
Støðan í 1. deild fyri síðsta umfar er henda:
Havnin 29½
Sandavágur 27½
Klaksvík 20
Havnin 2 15½
Kollafjørður 9
Gøta 6½
Dystirnir í seinasta umfari:
Sandavágur – Havnin
Klaksvík – Havnin 2
Gøta – Kollafjørður
Stríð um uppflyting
Spenningur er eisini í hinum deildunum. Í 2. deild er hørð kapping millum Klaksvíkar Talvfelag og Sandavágs Talvfelag um hvat av teimum fær eitt lið aftrat upp í bestu deildina. Bara hálvt stig er millum oddaliðini, sum møtast í avgerandi sínamillum dysti um uppflyting.
Oddastøðan í 2. deild
Klaksvík 23
Sandavágur 22½
Vestmanna 20½
Meðan seks lið eru í 1.- og 2. deild, eru liðini í 3. deild heili tíggju í alt. Har kappast tvey feløg um uppflyting í 2. deild. Tey eru Talvfelagið Streymur og Tofta Talvfelag. Sundalagsmenn eru á odda og hava 25 stig. Toftamenn eru tvey stig aftari, og hava tí enn ein møguleika.
Ókeypis er hjá fólki at ganga inn á Finsen at fylgja við telvingini. Klokkan 16 fer Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum at handa føroyameistarum og øðrum vinnarum steyp og heiðursmerkir