Leygardagin byrjar árliga føroyameistarakappingin í talvi fyri einstaklingar. Telvað verður í Finsen – gomlu kommunuskúlaauluni í Havn. Umførini eru sjey í alt. Lagt verður fyri leygardagin 24. mars, og kappingin endar Langa fríggjadag 30. mars.
Landsliðsbólkurin – sjálvur FM-flokkurin – er væl mannaður í ár. Teir átta, sum hava hægstu styrkitølini í kappingini, manna Landsliðsbólkin. Av teimum fremstu átta eru í hvussu er fimm fyrrverandi føroyameistarar.
Í løtuni – eitt samdøgur innan tilmeldingarfreistin er úti – standa hesir átta til at manna FM-bólkin í ár:
GM Helgi Dam Ziska, HT 2552
Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 2386
Carl Eli Samuelsen, HT 2228
Sjúrður Thorsteinsson, HT 2190
Ólavur Simonsen, KTF 2183
Hans Kristian Simonsen, KT 2151
Rani Nolsøe, KTF 2075
Rógvi Mortensen, HT 2018
Miðalstyrkitalið liggur omanfyri 2200, so talan er um eina av teimum sterku FM-kappingunum.
Færri telvarar
Kappast verður ætlandi í fýra bólkum – hinir eru 1. bólkur, almenni bólkurin og unglingabólkurin. Í løtuni eru einir tíggju tilmeldaðir í hvørjum av hesum bólkum. T.v.s. at talið á telvarum vinnur seg ikki upp um fjøruti.
Gongdin seinnu árini hevur verið tann, at færri telvarar eru við í árligu FM-kappingini fyri einstaklingar. Fara vit aftur í 90- ella 80-árini, táttaði luttakaratalið javnan í trýss. Líkt er til, at størri tign valdaði um FM-kappingina á páskum tey árini.
Orsøkirnar kunnu vera fleiri. Fyrstu árini, tá ratingstyrkitølini ikki vóru komin, var FM-kappingin avgerandi barometur fyri hvørjir teir bestu vóru. FM var tá eisini beinleiðis úttøkukapping til OL. Soleiðis er ikki longur. Í dag er eisini vanligari, at føroyskir telvarar kappast í útlondum. Tað var rárasta hending fyrr. Fyrr var FM eitt must – nú er FM bara ein av fleiri øðrum kappingum.
Eitt annað, sum kanska eisini ger seg galdandi, er tað, at páskirnar eru broyttar. Nú á døgum fara nógv burtur at ferðast á páskum, ella tey seta sær annað fyri. Fyrr var upplagt at brúka stillu viku til nakað so stilt sum at telva, men nú er so nógv annað á skránni. Bindindini til at sita alla páskahalguna og telva eru kanska lakari í dag.
Havnar Telvingarfelag, sum skipar fyri FM-kappingini í ár, hevur tí stytt kappingina úr níggju niður í sjey umfør, men tað tykist ikki at hava lokkað fleiri telvarar við. Afturímóti kann nevnast, at í FM-kappingini í Kollafirði í 1987 vóru ellivu umfør telvað í Landsliðsbólkinum. Sjálvan páskadag sótu menn og telvaðu. Tá vóru í alt 62 luttakarar í kappingini.
Sama hvussu víkir og vendir, so er tað tankavekjandi, at talið á telvarum í sjálvari FM-kappingini er lækkað niður í umleið fjøruti í miðal. Eftir ratinglistanum hjá Talvsambandi Føroya eru umleið 400 virknir telvarar í Føroyum. Í skúlunum verður nógv telvað við børnunum, men ógvuliga fá síggjast í FM-kappingini.
Freistin at boða frá luttøku til føroyameistarakappingina í talvi í ár er sum sagt útsett eitt samdøgur til á midnátt í annaðkvøld mikukvøldið.