Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi stórfavorittur

Helgi stórfavorittur

Í dag klokkan 14.00 verða fyrstu leikirnir fluttir í árligu FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar. Telvað verður í Finsen í Havn – í stásiligu, nýumvældu fyrrverandi kommunuskúlaauluni.
Fyrrverandi føroyameistari og formaður í Talvsambandi Føroya – og skúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla – Hanus Joensen flytur fyrsta leikin í kappingini. Dómari í kappingini er Arild Rimestad, sum er altjóða viðurkendur talvdómari, og virkar sum dómari í kappingum í Danmark og í útlondum. Arild er uppvaksin í Havnar Telvingarfelag, men hevur búð í Danmark í fleiri ár.

Í alt 45 telvarar eru við í kappingini. Átta kappast um FM-heitið í Landsliðsbólkinum, átta eru í 1. bólki, fimtan í almenna bólkinum og fjúrtan í unglingabólkinum. Opið og ókeypis er hjá almenninginum at støkka inn á gólvið í Finsen at síggja, hvussu leikur fer.

Mesti spenningurin er sum vera man um kappingina í Landsliðsbólkinum.  FM-bólkurin er sterkur í ár. Treyðugt so, hann kundi verið uppaftur sterkari. Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård, sum vóru við í fjør, høvdu gjørt kappingina uppaftur meira spennandi. Høgna hevði verið spennandi at sæð, tí hann hevur verið flúgvandi í vetur, og tykist vera væl á veg at røkka 2400 í rating og heitinum sum altjóða meistari. Men Høgni er eisini fótbóltsspælari og er á heimleið úr Georgia eftir dyst á føroyska U-21 landsliðnum. Líkt er til, at hann telvar, tá ið stundir eru til tess fyri fótbóltinum, og tað er spell, tí sum telvari skarar hann framúr. Tað sama kann sigast um eldra bróðirin Rógva, ið eisini spælir fótbólt, men sum tó er við í FM-kappingini í ár.

Ikki færri enn fimm av teimum átta í meistaraflokkinum hava verið føroyameistarar. Teir eru Helgi Dam Ziska (2008, 2011, 2017), Rógvi Egilstoft Nielsen (2012, 2015, 2016), Carl Eli Samuelsen (2005), Hans Kristian Simonsen (2002) og Rani Nolsøe (1997). Saknur er tó í øðrum FM-vinnarum, umframt Høgna og John, høvdu havnarmenninir Martin Poulsen (FM 2003, 2004, 2006, 2009) og Olaf Berg (FM 2010, 2013) styrkt bólkin, men hvørgin teirra er við í ár.

Teir átta

GM Helgi Dam Ziska, HT 2552

Stórfavoritturin. Stórmeistarin. Føroyameistarin. Tað verður einki minni enn ein sensasjón, um hann ikki endurvinnur FM-heitið. Men fyri tí er ikki sagt, at hann vinnur kappingina lættliga. Allir fara at kýta seg av øllum alvi móti nettupp honum, fara at telva varliga og verja seg væl. Talvstílurin hjá Helga er so mikið sunnur og reinur, at tað viðhvørt er ov lítið bit í hjá honum til at vinna eina javna støðu. Sum dømi kann nevnast, at seinastu fimm talvini millum Helga og Rógva Egilstoft Nielsen eru øll endað jøvn.

Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 2333

Tann einasti, sum kann hótta Helga. Rógvi er so mikið sterkur, at hann taka upp kapprenningina við Helga um leiðsluna í bólkinum. Og so plagar tað at enda javnt innanhýsis teirra millum. Sandavágsmaðurin skoraði ein IM-norm í EM-kappingini fyri landslið í fjør heyst, og hevur vunnið FM seinastu tvær ferðirnar, ið hann luttók.

Carl Eli Samuelsen, HT 2228

Carl Eli vann hvørt talv í liðkappingini í vetur á vinnandi FM-liðnum hjá Havnar Telvingarfelag, og gekk væl fram í rating. Carl Eli hevur drúgvar royndir frá eitt nú talv-OL umframt fleiri góð FM-úrslit – hæddarpunktið var FM-sigurin í 2005. Carl Eli er snúin og listilærdur og kann gera bart.

Sjúrður Thorsteinsson, HT 2191

Sjúrður gjørdi hol í sjógvin á talvolympiaduni í Baku í 2016, og fekk eitt slag av gjøgnumbroti sum føroyskur topptelvari. Síðani hevur hann verið hollur styrkur á 1. liði hjá Havnar Telvingarfelag, sum hevur vunnið FM seinastu tvey árini. Sjúrður er væl fyri teoretiskt og hevur sunnan og góðan talvstíl.

Ólavur Simonsen, KTF 2183

Ólavur hevur verið næstbestur oftari enn teir flestu. Tað er tí næstan synd, at hann einki FM hevur vunnið, men tað kemur kanska einaferð. Ólavur er ógvuliga kompromisleysur telvari. Tað er helst eisini ein orsøk til, at hann endar nummar tvey heldur enn nummar eitt. Klaksvíkingurin er álopstelvari, og ikki mjúkur at strúka, tá ið andin er yvir honum. Ólavur hevur eisini hollan teknikk, og dugir eisini væl at verja eina torføra støðu, tá ið tað krevst. Men sveiggini bera í sær, at hann sjáldan endar á ovastu rók.

Hans Kristian Simonsen, KT 2151

Kollfirðingurin hevur sanniliga eisini eitt pendul, sum sveiggjar. Liggur væl fyri, kann hann syfta hvønn tað skal vera, men botnstøðið er lægri enn gott er. Evnini eru eyðsýnd, men viðhvørt spruttkókar hjá honum. Hans Kristian er treytaleysur rock´n´roll telvari. Ongantíð keðiligur. Men tann dagin, ið hann hevur ásannað, at tað viðhvørt er neyðugt at taka ein slow waltz heldur enn ein rock´n´roll, tá er ikki at vera fyri.

 

Rani Nolsøe, KTF 2075

The grand old man í bólkinum. Men framvegis áræði og yvirskot sum ein unglingi. Hann smæðist ikki og firnast ongum. Tað er gott støði at standa á, tá hann skal í holt við ungu leyvurnar í bólkinum. Rani dugir at telva, og kann saktans gera ein vørr, men hann verður ikki føroyameistari.

 

Rógvi Mortensen, HT 2018

Tann nýggi drongurin í flokkinum. Rógvi vann 1. bólk í fjør og kvalifiseraði seg tí til meistaraflokkin. Hoyvíkingurin hevur ment seg nógv, síðani hann av álvara fór at telva aftur fyri nøkrum árum síðani. Hann var í síni tíð ein av ungu, gávaðu telvarunum í Havnar Telvingarfelag – hann og Helgi Dam Ziska hildu saman og telvaðu nógv sínamillum sum smádreingir – men so legði hann stilt í nøkur ár. Spennandi verður at síggja, hvussu elddópurin í Landsliðsbólkinum verður.

1.umfar (leygardagin kl. 14.00)

Rani Nolsøe – Rógvi Mortensen

Rógvi Egilstoft Nielsen – Hans Kristian Simonsen

Carl Eli Samuelsen – Sjúrður Thorsteinsson

Ólavur Simonsen – Helgi Dam Ziska

Í 1. bólki er Herluf Hansen, HT (2023) favorittur. Í almenna bólkinum hevur Jógvan Næs, HT, hægsta styrkitalið, og í unglingabólkinum er Luitjen Akselson Apol, HT telvarin við hægsta styrkitalinum.

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …