Støðan broyttist einki í oddanum í Landsliðsbólkinum eftir triðja umfar í FM-kappingini í talvi í dag. Á trimum av fýra borðum endaði tað javnt.
Sigursrøðin hjá stórmeistaranum Helga Dam Ziska var brotin, tí hann mátti sættast við javnleik í kvøld. Mótstøðumaður hansara var Sjúrður Thorsteinsson. Helgi hevði hvíta fólkið, men einki lív fekst í støðuna, sum brátt flatnaði út til eitt deytt remis. Byrjanin var sisiliansk, men kom at líkjast einum fronskum tema, tá ið tað mesta verður uppbýtt á miðjum borði. Helgi royndi at søkja at, men Sjúrður hevði ongar trupulleikar at standa ímóti. Remis eftir 41 leikir. Sjúrður telvar trygt og og hevur gott tamarhald á støðuni. Hann er framvegis ósigraður við trimum remis.
Rógvi Egilstoft Nielsen fekk heldur ikki stórvegis flog yvir byrjanina við tí hvíta fólkinum. Navnin Mortensen tóktist væl fyrireikaður. Hann spældi Caro-Kann móti 1. e4, men vágamaðurin valdi f3-frábrigdið í triðja leiki. Remis longu eftir 19 leikir. Við fyrsta eygnabragdi tykist svartur at standa betur, men so var friðarvatala undirskrivað. Hetta er annar dagurin, at Rógvi Egilstoft Nielsen má sættast við remis eftir heldur ivasamar støður.
Hans Kristian Simonsen, sum tapti fyrstu tvey talvini, var í dag hin einasti, sum vann. Eingin var bilsin, at talvið millum hann og Ólav Simonsen gjørdist lívligt. Hans Kristian tóktist at standa væl við svørtum, so kom Ólavur fyri seg og leyp á, men brádliga gjørdi kollfirðingurin eitt mótálop, sum tók klaksvíkingin av fótum. Undirhaldandi og umleypandi talv, og fyri sjálvsálit og spæligleði hjá Hans Kristiani mundi sigurin vera ógvuliga kærkomin.
Í fjórða talvinum sótu skyldmenninir Carl Eli Samuelsen og Rani Nolsøe yvirav hvør øðrum. Talvið var javnt allanvegin og endaði remis. Báðir kunnu vera væl nøgdir higartil. Carl Eli liggur framvið, og Rani, sum eisini er ósigraður higartil, hevur víst, at enn eru knotur.
3. umfar 26. mars
Rógvi Egilstoft Nielsen – Rógvi Mortensen ½-½
Carl Eli Samuelsen – Rani Nolsøe ½-½
Ólavur Simonsen – Hans Kristian Simonsen 0 – 1
Helgi Dam Ziska – Sjúrður Thorsteinsson ½-½
Støðan í FM-bólkinum eftir trý umfør:
1 Helgi Dam Ziska, HT 2½
2 Carl Eli Samuelsen, HT 2
3 Rógvi Egilstoft Nielsen ST 2
4/5 Rani Nolsøe, KTF 1½
4/5 Sjúrður Thorsteinsson, HT 1½
6 Rógvi Mortensen, HT 1
7. Hans Kristian Simonsen, KT 1
8. Ólavur Simonsen, KTF ½
4. umfar 27 mars (kl. 16.00)
Rógvi Mortensen – Sjúrður Thorsteinsson
Hans Kristian Simonsen – Helgi Dam Ziska
Rani Nolsøe – Ólavur Simonsen
Rógvi Egilstoft Nielsen – Carl Eli Samuelsen
Hinir bólkarnir
Í 1. bólki hevur ungi klaksvíkingurin Janus Skaale lagt seg á odda. Hann vann í dag á hægst rataða telvaranum í bólkinum, Herluf Hansen úr HT.
Oddastøðan í 1. bólki:
1. Janus Skaale, KTF 2½
2. Andrias Ziska, HT 2
3. Margar Berg, HT 2
Í almenna bólkinum eru tríggir oddafiskar. Johan E. Hansen, Jón Andreasen og Kaj Olsen, allir HT, hava 2½ stig.
Og í unglingabólkinum eru eisini tríggir telvarar javnir í oddanum. Teir eru Suni í Horni Nielsen, ST, Rógvi Mørkøre, KT og Luitjen A. Apol, HT. Allir hava 2½ stig.