Kappingin um føroyameistaraheitið í talvi stendur millum Helga Dam Ziska og Rógva Egilstoft Nielsen. Teir eru javnir í oddanum í Landsliðsbólkinum – eitt stig undan teimum næstu í røðini.
Báðir vunnu í dag. Helgi syfti Rana Nolsøe sum ein vøtt, og Rógvi vann eisini ógvuliga sannførandi á Ólavi Simonsen, sum ikki fótaði sær eftir minni gott byrjanarspæl við hvíta fólkinum. Rógvi dugdi væl at vinna sær initivativið og hava mótstøðumannin undir støðugum trýsti eftir einari av høvuðslinjunum.
Einki remis var í dag. Carl Eli vann við hvíta fólkinum skjótt og væl á Rógva Mortensen. Úr næstan ongum fekk hann hættisligt álop á svørtu borgina, og brátt var Rógvi um ein háls og legði kongin longu tá ið einir tjúgu leikir vóru farnir.
Sjúrður Thorsteinsson vann í dagsins longsta talvi á Hans Kristiani Simonsen. Sjúrður var kringur í endatalvinum og dammaði seg til sigurs.
5. umfar, 28. mars, Landsliðsbólkurin
Carl Eli Samuelsen – Rógvi Mortensen 1-0
Ólavur Simonsen – Rógvi Egilstoft Nielsen 0-1
Helgi Dam Ziska – Rani Nolsøe 1-0
Sjúrður Thorsteinsson – Hans Kristian Simonsen 1-0
Støðan eftir fimm umfør:
1-2. Rógvi Egilstoft Nielsen & Helgi Dam Ziska 4 stig
3-4. Sjúrður Thorsteinsson & Carl Eli Samuelsen 3 stig
5-8. Rani Nolsøe, Rógvi Mortensen, Hans Kristian Simonsen, Ólavur Simonsen 1½ stig
Talva eftir umfar 5
Rk. | Navn | Elo | Land | 1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | Stig | TB1 | TB2 | TB3 | |
1 | FM | Nielsen Rogvi Egilstoft | 2333 | FAI | * | 1 | ½ | ½ | 1 | 1 | 4,0 | 0,0 | 7,50 | 3 | ||
2 | GM | Ziska Helgi Dam | 2552 | FAI | * | ½ | 1 | 1 | ½ | 1 | 4,0 | 0,0 | 6,75 | 3 | ||
3 | Thorsteinsson Sjurdur | 2191 | FAI | ½ | * | ½ | ½ | 1 | ½ | 3,0 | 0,5 | 6,50 | 1 | |||
4 | FM | Samuelsen Carl Eli Nolsoe | 2228 | FAI | 0 | ½ | * | ½ | 1 | 1 | 3,0 | 0,5 | 5,25 | 2 | ||
5 | Nolsoe Rani | 2075 | FAI | ½ | 0 | ½ | * | ½ | 0 | 1,5 | 0,0 | 4,25 | 0 | |||
Mortensen Rogvi | 2018 | FAI | ½ | 0 | ½ | 0 | ½ | * | 1,5 | 0,0 | 4,25 | 0 | ||||
7 | FM | Simonsen Hans Kristian | 2151 | FAI | 0 | ½ | 0 | 0 | * | 1 | 1,5 | 0,0 | 3,50 | 1 | ||
8 | Simonsen Olavur | 2183 | FAI | 0 | 0 | ½ | 1 | 0 | * | 1,5 | 0,0 | 3,00 | 1 |
Oddabrakið
Í næstsíðsta umfari í morgin skírisdag bresta oddamenninir saman í avgerandi innanhýsis dysti. Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Nielsen. Talvið um FM-heitið. Rógvi hevur hvíta fólkið.
Hvussu víkir og vendir, fær Helgi ikki verið annað enn favorittur. Hann er stórmeistari og hevur fleiri enn 200 ratingstig meira enn Rógvi, men tað hevur víst seg soleiðis, at tað nærum hvørja ferð endar javnt teirra millum. Seinastu fimm talvini teirra millum eru øll endað jøvn. Helgi hevur havt munin í flest øllum talvunum, men hevur kortini ikki verið mentur at vinna. Tað er í veruleikanum at undrast á, at stóri munurin í styrkitølunum ikki sæst aftur í innanhýsis kappingini teirra millum.
Men Rógvi er drúgvur og snúin telvari og ógvuliga kringur, tá ið á stendur. Í báðum talvunum, sum eru endað jøvn hjá honum í kappingini, var hann kroystur, men báðar ferðir megnaði hann kortini at fáa javnleik. Ivaleyst ætlar Helgi, at nú skal tað vera. Ikki aftur remis. Helst vil hann prógva, at sum stórmeistari skal hann vinna á okkara næstbestu, tá ið á stendur. Men tað er eingin ivi um, at trýstið er á honum. Rógvi hevur alt at vinna og lítið at tapa. Hjá Helga verður tað ein dyggur smeitur, endurvinnur hann ikki FM-heitið. So einfalt er tað.
Landsliðsbólkurin, 6.umfar 29. mars, kl. 14.00:
Rógvi Egilstoft Nielsen – Helgi Dam Ziska
Carl Eli Samuelsen – Ólavur Simonsen
Rani Nolsøe – Sjúrður Thorsteinsson
Rógvi Mortensen – Hans Kristian Simonsen
Hinir bólkarnir
Í 1. bólki eru Janus Skaale úr Klaksvíkar Talvfelag og Herluf Hansen úr Havnar Telvingarfelag á odda við 3½ stigi hvør. Nummar trý eru Heiðrikur Jacobsen og Margar Berg, báðir úr Havnar Telvingarfelag við trimum stigum hvør.
Í almenna bólkinum er Jón Mikkelsen úr Vestmanna Talvfelag á odda við 4 stigum. Honum næstir eru Leif Reinert Fjallheim úr Havnar Telvingarfelag og Jógvan M. Joensen úr Kollafjarðar Talvfelag við 3½ stigum hvør.
Í unglingabólkinum er Luitjen Apol úr Havnar Telvingarfelag á odda við 4½ stigi. Nummar tvey er Benjamin Reinert Fjallheim úr Havnar Telvingarfelag við 4 stigum, og nummar trý eru Suni í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Rógvi Mørkøre úr Kollafjarðar Talvfelag við 3½ stigi.
Spurturin byrjar
Nú eru bara tvey umfør eftir í FM-kappingini. Sætta umfar er í morgin skírisdag, og sjeynda og seinasta umfar verður Langa fríggjadag. Báðar dagar verður byrjað klokkan 14.00. Telvað verður í Finsen í Havn – í nýumvældu gomlu kommunuskúlaauluni.
Meira um FM-kappingina kann lesast á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com – breddi høgrumegin leiðir til kappingina.