GM Helgi Dam Ziska, Luksemburg 2016 – Vinnari av Small Nations fyri einstaklingar, saman við Finnbjørn Vang, varaforseta í ECU (European Chess Union).
Leygardagin byrjar kapping í Klaksvík millum fremstu telvarar úr smátjóðum í Evropa. Small Nations kappingin fyri einstaklingar í talvi verður á fyrsta sinni hildin í Føroyum.
Evropeisku smátjóðirnar, sum regluliga kappast sínamillum í talvi, bæði fyri lið og einstaklingar, eru Luksemburg, Kýpros, Malta, Andorra, Liktinstein, San Marino, Jersey, Guernsey og Føroyar.
Føroyar eru kongar í talvi millum evropeisku smátjóðirnar. Føroyar vunnu í heyst kappingina fyri landslið á triðja sinni, og Helgi Dam Ziska vann kappingina fyri einstaklingar fyri tveimum árum síðani. Small Nations kappingarnar eru annaðhvørt ár.
Helgi favorittur
Føroyski stórmeistarin er favorittur at endurvinna Small Nations meistaraheitið. Helgi hevur gott hundrað ratingstig fleiri enn telvarin við næsthægsta styrkitalinum í kappingini.
Kappingin kundi verið sterkari í ár, tí nakrir av stinnastu telvarunum úr summum av hinum smátjóðunum eru ikki við í Føroyum. Í Small Nations kappingini fyri landslið í fjør heyst, gav Andorra Føroyum ein skarpan gang. Andorra hevur tveir stórmeistarar, annar er fyrrverandi spanskur meistari, og hin bretskur stórmeistari, men hvørgin teirra er við hesaferð.
Robert Aloma Vidal, sum hevur næsthægsta styrkital í kappingini hesaferð, telvaði á triðja borði hjá Andorra í liðkappingini fyri hálvum ári síðani, og vann í øllum dystunum uttan í síðsta umfari móti Føroyum, tá ið hann mátti lúta fyri Rógva Egilstoft Nielsen.
Nevnast kann eisini, at Michael Wiedenkeller úr Luksemburg, sum hevur vunnið kappingina fyrr, er heldur ikki við hesaferð.
Tvær smátjóðir eru ikki umboðaðar á hesum sinni; hvørki Malta ella San Marino hava nakað umboð við í Føroyum.
Tíggju kappast
Telvararnir eru í alt tíggju í tali. Ein og tveir úr teimum ymsu smátjóðunum.
Umframt Helga Dam Ziska er Olaf Berg annað føroyska umboðað í kappingini. Olaf er í løtuni nummar seks á føroyska styrkilistanum. Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen eru upptiknir av fótbólti, John Rødgaard er burturstaddur, og skúli tarnar Martin Poulsen at vera við.
Telvað verður í hølunum hjá Húsmøðrafelagnum í Klaksvík. Byrjað verður leygardagin, og telvað verður hvønn dag klokkan fimtan til sunnudagin 22. apríl.
Teir tíggju telvararnir eru her nevndir eftir styrkitølunum: