Seinasta sunnudag skipaði Klaksvíkar Talvfelag fyri talvkapping fyri børn og ung í Klaksvík.
26 unglingar, gentir og dreingir, luttóku í kappingini, og telvað varð í trimum bólkum.
Í tí yngsta bólkinum (2. flokkur og yngri), vóru 10 luttakarir, í næsta bólkinum (3. – 4. flokkur) vóru 11 luttakarir, meðan tað vóru 5 luttakarir í tí elsta bólkinum (5. flokkur og eldri).
Spenningurin helt sær heilt til endan í teimum yngru bólkunum, har vinnarirnir ikki vóru funnir fyrrenn seinasta umfarið var liðugt. Í mittasta bólkinum var tó ongin ivi, tí Elias Petersen vann øll síni talv. Í tí elsta bólkinum, har allir telvaðu 2 talv móti hvørjum øðrum, vann Luitjen Apol trygt og misti einans eitt hálvt stig.
Endaligu støðurnar vóru hesar:
5. flokkur og eldri
Nr. | Navn | Stig |
1 | Apol Luitjen | 7½ |
2 | Matras Flóvin T. | 5½ |
3 | Joensen Jósef Berg | 4½ |
4 | Jónsson Teitur | 1½ |
5 | Arnholdsson Aron Berg | 1 |
Frá vinstru: Jósef Berg Joensen, Luitjen A. Apol og Flóvin T. Matras.
3. – 4. flokkur
Nr. | Navn | Stig | Korr. |
1 | Petersen Elias | 6 | 18 |
2 | Jacobsen Markus Ó. | 5 | 18½ |
3 | í Horni Jóhan Hendrik L. | 3½ | 19 |
4 | Samuelsen Tóki | 3½ | 15½ |
5 | Staksberg Luca Eyðun | 3 | |
6 | Mikkelsen Óli | 3 | |
7 | Petersen Gabriel Nolsøe | 3 | |
8 | Davidsen Rókur | 3 | |
9 | Fonn Leivur | 3 | |
10 | Helmsdal Fríðrikur | 2 | |
11 | Simonsen Heidi Alvilda B. | 1 |
Frá vinstru: Dennis Anghel, Janus Ferjá Foged, Jóhan Hendrik L. í Horni, Markus Jacobsen og Elias Petersen.
2. flokkur og yngri
Nr. | Navn | Stig | Korr. |
1 | Foged Janus Ferjá | 5 | 18 |
2 | Petersen Marner Fríði | 4½ | 19½ |
3 | Anghel Dennis | 4 | 22 |
4 | Dam Leon | 4 | 19½ |
5 | Magunssen Petur Gardar | 3½ | |
6 | Helmsdal Ingi | 3 | |
7 | Steinberg Dávid | 2½ | |
8 | Valle Kristian Samuel | 2 | |
9 | Christiansen Poul Jacob | 1½ | |
10 | Sørensen Eli K. | 0 |