Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur í dag endurvunnið meistaraheitið fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa.
Tað gjørdist greitt eftir áttanda sigurin á rað hjá honum í Small Nations-kappingini 2018, sum er í Klaksvík. Helgi vann kappingina í 2016 í Luksemburg, og hevur nú endurvunnið hana í stórum stíli fyri seinasta umfar í morgin sunnudagin.
Evropeisku smátjóðirnar, sum kappast í talvi í Small Nations-høpi eru Luksemburg, Kýpros, Monako, Malta, Andorra, San Marino, Liktinstein, Jersey, Guernsey og Føroyar. Malta og San Marino eru ikki umboðað hesaferð.
Helgi Dam Ziska
Helgi og Olaf vunnu
Báðir føroyingarnir vunnu í dag. Greitt var fyri dagsins umfar, at vann Helgi, so vann hann kappingina. Helgi møtti í dag Fred Berend, altjóða meistari úr Luksemburg, sum var nummar tvey í røðini saman við stórmeistaranum Igor Efimov.
Helgi vann ógvuliga sannførandi við hvíta fólkinum. Talvið bar á brá av klassamuni, so ómakaleyst tóktist tað vera hjá føroyinginum at spæla mótstøðumannin niður. Helgi hevur vunnið øll átta talvini higartil.
Í seinasta umfari í morgin hevur hann svarta fólkið móti hinum stórmeistaranum í kappingini, Igor Efimov, úr Monako. Vit fáa tá at síggja, um Helgi er nøgdur við remis, ella um hann ætlar sær eftir níggjunda sigrinum á rað og gera bart við sjáldsamari 100 prosents úrtøku.
Sama hvussu talvið endar, stendur greitt, at Helgi hevur vunnið kappingina. Tað kann hann eisini vera Olaf Berg takksamur fyri, tí hann er tann einasti, sum higartil hevur vunnið á Efimov.
Olaf var eisini náðileysur í dag, og vann í knúsandi álopi við hvíta fólkinum móti Renato Frick.
Støðan fyri seinasta umfar í morgin:
1 GM Helgi Dam Ziska (Føroyar) 8 stig
2 GM Igor Efimov (Monako) 6½
3 IM Fred Berend (Luksemburg) 5½
4 IM Aloma Vidal (Andorra) 5
5 Olaf Berg (Føroyar) 4
6 Paris Klerides (Kýpros) 3½
7 Krysztof Belzo (Jersey) 2½
8 Peter Kirby (Guernsey) 2
9 Stelios Theocharous (Kýpros) 2
10 Renato Frick (Liktinstein) 1
Seinasta umfar í morgin byrjar longu klokkan 13.00. Føroyingarnir hava báðir svarta fólkið móti fremstu mótstøðumonnunum; Helgi móti Igor Efimov og Olaf móti Fred Berend.
Fylgjast kann við leik fyri leik á øllum borðum – sí leinki til kappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com