Innbjóðing til steypakapping 26. mei
Skráin:
- kl. 11.00 – Steypakapping
- kl. 14.00 (uml.) – steðgur og ábit
- kl. 14.00 (uml.) – atkvøtt verður um Ársins Telvara og Ársins Stjørnuskot
- kl. 19.00 (uml.) – Talv Gallaveitsla. M.a. verður Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot kosin.
Kappingarreglur:
Hvørt lið verður mannað við 6 telvarum. Loyvt er at hava tveir skiftistelvarar á hvørjum liði. Smærri feløg kunnu leggja saman eftir avtalu við TSF. Feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.
Í kappingartalvuni verða liðini skipaði sambært úrslitinum frá Steypakappingini 2017, soleiðis, at fremstu liðini møtast síðst í kappingini. Harafturat verða innanhýsis dystir ímillum lið úr sama felag avgreiddir skjótast til ber í kappingarskipanini.
Kappingin fevnir um 9 umfør, ið verða telvaði við 10 min +5 sek/leik umhugsunartíð til hvønn.
Stendur á jøvnum, tá um nr. 1, 2, 3 umræður, er galdandi:
- Innanhýsis dystur
- Dupult-umfar: Snartelving (3 min +2 sek/leik í part til talvið)
- 1. borð hjá liðunum: Dupult snartalv og síðani sudden-death, har hvítur hevur 4 +2 min. og svartur 3 +2 min. og har kravið er sigur til hvítan
Virðislønir
Steyp til vinnarin og medaljur eru til nr. 1, 2 og 3.
Tilmelding
Tilmelding fer fram á tlf. 22 14 22 (TSF) . Tilmeldingarfreistin er 23. mei 2018. Kostnaðurin er kr. 250 fyri hvønn telvara. Fyri onnur áhugaði er kostnaðurin kr. 300. Feløgini rinda upphæddina til TSF við flyting áðrenn kappingina á 6460 155.370.6. Um feløg ynskja at gjalda kontant, skal boðast frá hesum tá ið meldað verður til.
Telvað verður: Úti á Bakka 12, Sandavágur
Takið lógvatak – og haldi fast – um forkunnuga talvtiltakið !
Við talvkvøðu
TALVSAMBAND FØROYA