Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Havnin steypavinnarar 2018
cof

Havnin steypavinnarar 2018

Havnar Telvingarfelag gjørdist vinnari av steypakappingini 2018.

Í frálíkum kørmum Úti á Gjógv í Sandavági, varð steypakappingin í talvi fyriskipað. 8 lið vóru við í kappingini, harav Sandavágs Talvfelag veruliga spílaði seg út, og luttók vid 3 liðum! Kappingin bleiv skipað soleiðis, at øll liðini telvaðu móti hvørjum øðrum einaferð. Sterkasta liðið á pappírinum var Sandavágs Talvfelag 1, har Nielsen beiggjarnir mannaðu fremstu borðini. Næstir vóru havnamenn, sum høvdu GM Helga Dam Ziska á 1. borði. 

Tað hevur altíð verið soleiðis fyriskipað, at seinastu umførini møtast ovastu liðini frá undanfarnu steypakapping. Tað var eisini soleiðis í ár, og viðførir hendan skipanin, at mest sum altíð verður seinasti dysturin ein rein finala. Soleiðis gjørdist tað aftur í ár. Havnar Telvingarfelag møtti Sandavágs Talvfelag í seinasta umfari, og undan dystinum var Sandavágur frammanfyri við einum hálvum stigi. Men havnamenn gjørdu bart seinasta dystin, og vunnu sannførandi 4 – 2. Á einum greiðum triðja plássi kom Klaksvíkar Talvfelag, sum hava roynst væl í steypakappingini, men hesa ferð ikki høvdu sterkastu manning.

Eftir steypakappingina varð skipað fyri galla-døgurða, har tikið var samanum talvárið.  Ársins telvarin og Ársins Stjørnuskot vórðu avdúkað og vóru tað Helgi Dam Ziska og Leif R. Fjallheim, sum fingu tann heiðurin. Eini 50 telvarar vóru við til tiltakið, sum meiri ella minni er endabresturin á talvárinum. Fyri framman er Faroes Open í juli mánað, meðan OL verður í septembur. OL-liðið varð avdúkað undir døgurðanum, og koma hesir telvarar at manna OL-liðið í heyst:

  1. borð GM Helgi Dam Ziska
  2. borð IM John Rødgaard
  3. borð FM Olaf Berg
  4. borð FM Martin Poulsen
  5. borð FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen

 

Úrslit og støður frá steypakappingini síggjast við at trýsta her.

 

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …