Heim / Ymiskt / Kappingar uttanlanda / Reykjavík Open 2010: Heini Olsen sigur frá (2. partur)

Reykjavík Open 2010: Heini Olsen sigur frá (2. partur)

 

 

 

 

 

 

Olsen Heini – Ómarsson Dadi 

 1. Rif3 Rif6 2. c4 g6 3. Ric3 Bg7 4. d4 O-O 5. Bg5 Smyslov spældi ofta henda leik. Hvítur miðar ímóti at fáa eina ikki ov teoretiska og hvassa støðu fram, har talvið ofta verður avgjørt eftir, hvør er best fyrireikaður ella minnist best til. Heldur vil hvítur leika natúrligar leikir og fáa fram eina vanliga støðu, har fatanin heldur enn minnið hevur størri týdning. – Retrospektivt kann kjakast, um hetta var rætti taktikkurin.

5…d6 6. e3 c5 7. d5 Fb6 8. Rb1 e5 9. Rid2 h6 10. Bh4 Rih7 11. g4 Eitt meira varið framhald hevði verið 11. Bd3 f5 12. f3 við lítlum hvítum fyrimuni og samsvarandi fyrireikingini. Men nú á døgum spæla tey næstan g4 í øllum støðum, so hví ikki eisini í hesari, hugsaði hvítur. – Eitt vandamál er kanska, at hvítur nú fer út um sítt varisliga byrjanarupplegg, men viðhvørt kann tað geva góða meining at skifta taktikk.

11… Rid7 12. Bd3 f5 13. gxf5 gxf5 14. Rg1 e4 15. Bc2 Rie5 16. Fh5 Kh8 17. Ke2 Kanska tað var rættari at leika 17. Rxg7!? fyrst. Eitt framhald kundi verið: Kxg7 18. Ke2 Rif6 ( Hin møguleikin at lata býtismunin aftur18… Rf6 19. Bxf6 Rixf6 20. Fh4 var kanska frægari, og tað var tað, sum mótstøðumaðurin segði eftir talvið, at hann ætlaði…) 19. Rg1 og hvítur hevur fyrimun.

17… Rg8 18. Rg3 Bd7

 

 

Støðan er, sum klaksvíkingurin á Quistinum plagar at taka til: ”sera, sera spent”. Eitt tempo frá ella til kann fáa avgerandi avleiðingar. Hvítur vildi ógvuliga fegin leikt 19. Rbg1, men fekk tað ikki at rigga, tí eftir 19…Fxb2 rapar hvíta støðan, helt hann. Men er henda niðurstøða røtt? 

19. Rbg1! Fxb2 


 

20. Rxg7!! Rxg7  


 

 

21. Bf6!! Men hetta var ikki lætt at síggja – Rybka sigur, at hvítur hevur avgerandi fyrimun, Eitt framhald kundi verið: 21… Rixf6 (21… Rig4 22. Rxg4 fxg4 23. Fxh6 Rag8 24. Bxe4) 22. Fxh6 Rh7 23. Fxf6 Rg7 24. Fxg7#

Svartur nýtist tó ikki at leika 19…Fxb2, men kann í staðin fyri velja 19…Raf8, og tá verður støðan ógvuliga fløkt eftir 20. Be7 Rf7 21. Fxh6 Rxe7 22. Ricxe4 o.s.fr.

Men hvítur sá ikki sekvensin 19. Rbg1, 20. Rxg7!! og 21. Bf6!! og leikti tíverri ístaðin: 

19. b3?? og nú er støðan helst tapt, tí svartur leikar: 19… Raf8 við hóttanini Be8, og hvíta støðan rapar eins og eitt korthús…

20. Be7 Rf7 21. Bh4 Be8 22. Kf1 f4 23. exf4 Rxf4 [0:1] 

Bert ½ stig av 2, nú kundi bert ganga framá… 


 

 

Í 3. umfari skuldi eg hava svarta fólkið móti Sverri Unnarssyni. Eg visti, at hann leikti 1.e4 – og hevði væntað italskt ella okkurt líknandi. Í staðin fingu vit aðra forkunnuga byrjan… 

Sverrir Unnarsson – Heini Olsen

 1. e4 e5 2. f4 Kongsbragd! Hesum hevði eg ikki roknað við. Vanliga plagi eg at leika 2…exf4, og tað er helst eisini sterkasta framhaldið. Men ein trupulleiki við 2…exf4 er, at í summum frábrigdum kann hvítur framtvinga javnleik. Hesum var eg ikki áhugaður í (og tað var mótstøðumaðurin óivað heldur ikki!) og leikti tí:

2…Bc5 Fleiri byrjanarbøkur viðmæla henda leik, t.d. bókin um 1.e4 e5 hjá Nigel Davies. Støðurnar, ið koma fram, eru ikki so hvassar og kunnu viðhvørt minna eitt sindur um wienertalv…

3. Rif3 d6 4. Bc4 men henda leik havi eg ikki sæð fyrr. Vanliga leikar hvítur annaðhvørt 4. c3 ella 4. Ric3, og teir leikirnar kenni eg væl. Hinvegin kann einki vera galið við natúrliga bispaleikinum…

4…Ric6 5. c3 Fe7 kanska ikki neyðugt, men hesin leikur verður ofta spældur í t.d. italskum. Kanska neyvari leikir høvdu verið t.d. 5…Rif6 ella 5…Bg4.

6. Fe2 Bg4 7. d3 Rif6 8. Be3? men hetta má vera ein feilur.

8…Bxe3 9. Fxe3 exf4 10. Fxf4  


 

 

10…d5! 11. Bb5 11. Bxd5 Rixd5 12. Fxg4 Rie3 var alternativið, men svartur fær greiðan fyrimun. T.d. eftir 13. Fxg7 O-O-O 14. Kd2 (14. Ke2 Ric2) 14… Fxe4 og svartur vinnur.

11… dxe4 12. Bxc6 bxc6 13. dxe4 Bxf3? Ein roynd at spæla smartur. Helst eitt typiskt tekin um vantandi venjing. Var mann ein russiskur talvskúladrongur, hevði mann helst fingið koyrilin, tí upplagt var at taka finnuna og vinna endatalvið: 13… Rixe4 var sjálvandi rætti leikurin…

14. gxf3 Rid5 15. Fd2 Rd8 16. O-O Fc5 17. Ff2 Rie3 svartur stendur fínt, men hetta er ikki rætti mátin…

18. Kh1 f5 19. Ria3 Fb6 20. Rg1 O-O 21. Ric2

 

 

 

21…Fxb2 22. Fxe3 Hann kundi roynt: 22. Fg3 Fxc3 23. Rixe3 f4 24. Rac1 Ff6 25. e5 Fe7 26. Fe1 fxe3 27. Fxe3 Fe6 og svartur hevur lítlan fyrimun.

22… Fxc2 23. Fc5 Rd6?! Óneyvt, men ikki lætt at síggja hví! Hinvegin var 23… Rd2 eitt mistak, tí hvítur leikar: 24. Rxg7! Kxg7 25. Rg1 Kf7 26. Fxf5 Ke8 27. Fc8 Kf7 28. Ff5 og støðan er jøvn. Rætti leikurin var: 23… Rf7!

24. Rxg7? Rætta hugskotið, men heldur ótolið. Hann skuldi leikt 24. e5! fyrst, tí nú vinnur svartur – eftir 24. e5! hevði hann fingið javnt: Rd2 25. Rxg7 Kxg7 26. Rg1 Kf7 27. e6! og hvítur sær út til at fáa ævigt skák…

24… Kxg7 25. Fe5 Kg8 26. Rg1 Rg6 27. Fe6 Rf7 28. Fe8 Kg7 29. Fe5 Kf8 30. Rxg6 hxg6 31. Fh8 Ke7 32. Fe5 Kd7 33. Fd4 Kc8 [0:1]

 Fyrsti sigur til høldar. Men ikki serliga sannførandi. 1½ av 3

Sí eisini: Reykjavík Open 2010: Heini Olsen sigur frá (1. partur) 

 

 

 

 

Sí eisini

Nordic Women Championship

Dear Nordic Chess Friends. Nordic Women Championship will be in Reykjavik 19th-24th September. Seven rounds …