Altjóða talvkappingin Faroes Open endaði á Giljanesi á vestanstevnu í gjár. Sjey stórmeistarar og fimm altjóða meistarar hava verið millum teir 36 telvararnar í kappingin – útlendskir og føroyskir hvørt um annað. Fleiri av fremstu føroysku telvarunum vóru við, t.d. allir fimm, sum mannaðu okkara landslið í EM-kappingini á Kreta í fjør heyst.
Indiski stórmeistarin Srinath Narayanan var flúgvandi í Vágum og vann kappingina sannførandi. Helgi Dam Ziska, sum var styrkismettur sjálvurannar nummar tvey, endaði á deildum fjórða plássi við seks av níggju møguligum stigum. Helgi missir tvey ratingstig, talan var tí um miðarúrslit hjá okkara stórmeistara. Í níggjunda og síðsta umfari í gjár vann Helgi við svarta fólkinum á John Arna Nilssen.
Høgni Egilstoft Nielsen, sum nú hevur vunnið seg upp á styrkitalið 2400 sum triði føroyski telvari nakrantíð – Helgi og John Arni eru hinir – tapti í gjár fyri toppseedaða enska stórmeistaranum Gawain Jones. Úrslitið hjá Høgna rakk ikki til nakran IM-norm. Hjá føroysku topptelvarunum gekst yvirhøvur toluligt, men eingin gjørdi veruliga hol í sjógvin uttan kanska nakrir av teimum yngru. Nevnast kunnu Einar Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag, sum eitt nú vann á tilkomna danska stórmeistaranum Jens Kristiansen, og Suni í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag. Teir ganga báðir eini 70 ratingstig fram eftir kappingina.
Endaliga støðan:
-
GM Srinath Narayanan , India 2549, 7 stig
-
GM Vitaly Kunin, Týskland 2538, 6½
-
GM Gawain Jones, Ongland 2670, 6½
-
IM Maksim Vavulin, Russland, 2552, 6
-
GM Helgi Dam Ziska, Føroyar 2552, 6 stig
9. IM John Rødgård, Føroyar 2319, 5½
13. Høgni Egilstoft Nielsen, Føroyar 2397, 5
14. Rógvi Egilstoft Nielsen, Føroyar 2337, 5
15. IM John Arni Nilssen, Føroyar, 2301, 5 stig
Í alt 36 telvarar.