Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Nýggj nevnd í Talvsambandi Føroya

Nýggj nevnd í Talvsambandi Føroya

Á aðalfundinum í Klaksvík 21.09 stillaðu 7 upp til nevndina.  Sitandi nevnd tók við afturvali, meðan tvey nýggj upskot vóru afturat.  Nývald í nevndina gjørdist Katrin Didriksen Apol. Hinir nevndarlimirnir vórðu afturvaldir, og eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis:

Finnbjørn Vang, forseti (2 ár)

Ingolf Gaard, vara-forseti (2 ár)

Liljan Jacobsen, skrivari (1 ár)

Katrin Didriksen Apol, nevndarlimur (2 ár)

Elmar Reinert Fjallheim, nevnarlimur (1 ár)

 

Ingi Wiberg Joensen 1. tiltakslimur

John Rødgaard 2. tiltakslimur

 

Dómsnevnd og grannskoðarar vórðu afturvaldir.

 

Samtykt var eisini aðalfundinum, at eyka-aðalfundur verður í desembur, har grannskoðaður roknskapur og uppskotini frá Havnar Telvingarfelag vera á skrá.

 

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …