Føroyar vunnu við bit og slit á Malta í triðja umfari á talvolympiaduni í Georgia mikudagin. Úrslitið var 2½-1½.
Carl Eli Samuelsen gjørdist føroyskur sigursharri í dystinum. Hann vann við svarta fólkinum á 4. borði. Hinir tríggir, Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Martin Poulsen, telvaðu allir javnt.
Føroysku telvararnir vóru meira vónsviknir enn fegnir eftir dystin, tó at teir vunnu. Eftir styrkitølunum áttu vit at vunnið greiðari enn so. Á trimum fremru borðunum høvdu føroysku telvararnir tilsamans útivið 900 ratingstig fleiri enn mótstøðumenninir. Á 1. borði hevði Helgi nærum 500 ratingstig meira enn besti telvarin hjá Malta. Mótstøðumenninir tóktust ógvuliga stríðssinnaðir, og góvu okkara monnum so harða mótstøðu á øllum borðum, at leingi var óvist, um vit yvirhøvur fóru at vinna dystin.
Sigurin var kærkomin, tí vunnin dystur telur meira enn borðstigini. Føroyar eru í løtuni nummar 68 av 185 liðum í almennu røðini. Vit eru styrkismettir nummar 76. Í undanfarnu umførunum vunnu Føroyar á Sierra Leone og taptu fyri Bosnia-Herzegovina.
Írland í fjórða umfari
Í fjórða umfari hósdagin møta Føroyar Írlandi. Írarnir eru heldur sterkari enn vit, og hava ein stórmeistara og tveir altjóða meistarar á liðnum. Teir eru styrkismettir nummar 56. Miðalratingstyrkitalið hjá írska liðnum er 2391 móti 2342 hjá Føroyum. Í øðrum umfari fekk Írland tvey remis í dystinum móti Russlandi, sum er styrkismett nummar tvey í kappingini.
Á 1. borði hjá írum er Alex Baburin, sum ímóti Russlandi telvaði javnt móti Sergej Karjakin, ið var í HM-finaluni móti Magnusi Carlsen fyri tveimum árum síðani. Baburin hevur kortini ikki so høgt styrkital sum Helgi Dam Ziska.
Frakland á odda
Ov tíðliga er at siga nakað um toppstríðið, tá einans trý umfør eru farin. Enn eru so nógv lið, sum hava vunnið í øllum trimum umførunum. Frakland er í løtuni fremst. Liðið hevur bara latið eitt hálvt stig frá sær higartil. Ísrael er nummar tvey og India nummar trý. USA er styrkismett fremst, og hevur eisini vunnið allar tríggjar dystirnar.
Av norðurlondum er Svøríki nummar 10, Norra 32, Danmark 57, Ísland 59, Finnland 65 og Føroyar 68.
Dystirnir í fjórða umfari byrja á middegi hósdagin. Fylgjast kann við leik fyri leik á øllum borðum. Leinki til dystirnar sæst á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com.
Føroyska OL-talvlandsliðið í Batumi í Georgia. F.v.: Carl Eli Samuelsen, Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Olaf Berg og Martin Poulsen.