Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Javnleikur móti Írlandi

Javnleikur móti Írlandi

Tað eydnaðist Føroyum at fáa javnt 2-2 móti Írlandi í fjórða umfari á talvolympiaduni í Batumi í Georgia í dag.


Tað endaði javnt á øllum fýra borðum, hóast telvað var væl og leingi, og dysturin vardi í fimm tímar. Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen dystaðust í dag. John Rødgaard hvíldi. T.v.s. at tað var í roynd og veru meistaraliðið hjá Havnar Telvingarfelag, sum umboðaði Føroyar í dag. Írland er styrkismett tjúgu pláss hægri enn Føroyar. Írsku telvararnir høvdu væl hægri styrkitøl á trimum borðum. Á 1. borði hevði føroyski stórmeistarin kortini hægri styrkital enn sterkasti írin.
Føroyar eru í løtuni nummar 58 av teimum 185 liðunum í kappingini. Vit eru styrkismettir nummar 76.

 

Avstralia á skránni
Var mótstøðan stór í dag, verður hon ikki minni í morgin. Tá telva okkara menn móti Avstralia, sum er styrkismett nummar 48. Á liðnum eru tríggir stórmeistarar og tveir altjóða meistarar. Teir eru allir javnt sterkir; úr 2500 upp í 2550. Av okkara monnum er bara Helgi, sum kann javnmetast við teir. Helgi hevur eitt lítið vet hægri styrkital enn teir allir. Føroyska liðið í morgin verður væntandi hetta: Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Olaf Berg og Martin Poulsen.
Hetta verður ikki fyrsta ferðin, at Føroyar telva landsdyst móti Avstralia. Í OL í Buenos Aires í 1978 var fyrsti dysturin. Tá var úrslitið 3½-½ til Avstralia. Luitjen Apol fekk sum hin einasti av føroyingunum remis á øðrum borði móti Max Fuller. Í 1982 møttust vit aftur – tá í sveisiska býnum Luzern. Úrslitið var aftur 3½-½ til Avstralia. Ta ferðina eydnaðist Súna Ziska – pápabeiggja Helga – at tryggja Føroyum eitt hálvt stig á triðja borði móti Darryl Johansen, sum í dag er liðleiðari hjá avstralska landsliðnum.

 

Onnur úrslit
Oddastríðið er ikki av álvara byrjað enn. Tað verður framvegis bíðað eftir teimum avgerandi innanhýsis dystunum millum favorittarnar. Aserbadsjan, ið er styrkismett nummar 4, bítur frá sær. Í dag bankaðu teir Ongland heili 3½-½ og løgdu seg á odda. Poland stendur seg eisini væl, og vann í dag óvæntað 2½-1½ á Russlandi. Vladimir Kramnik, sterkasti russiski telvarin í fleiri ár, hevur sjálvboðin tikið seg aftur á triðja borð, men tapti í dag. Tað verður longu spátt, at tað ruggar ikki rætt við russiska liðnum, sum annars er styrkismett nummar tvey.
Favorittarnir og OL-gullvinnarnir seinast, USA, vinna sínar dystir, tó er ikki talan um stórsigrar. Í dag vunnu teir 2½-1½ á India, sum er ein av outsidarunum, nú Anand er við aftur. Dysturin var avgjørdur á 1. borði, har Caruana – sum seinni í heyst skal telva HM-finaludyst móti Magnus Carlsen – vann á Anand. Kina, Frakland og Ísrael eru eisini í topp 5 í løtuni. Sterka ísraelska liðið vann 3-1 á Svøríki, men á 1. borði vann svenski stórmeistarin Nils Grandelius.
Norra – uttan Magnus Carlsen, Jon Ludvig Hammer og Simen Agdestein – stendur seg óføra væl. Í dag vunnu teir púra óvæntað stórsigur 4-0 á Íslandi. Hetta mundi koma ógvuliga dátt við hjá íslendingum, sum ivaleyst høvdu væntað ein javnan dyst.
Norra er eftir dagsins umfar nummar 24, Svøríki 26, Danmark 57, Føroyar 58, Finnland 72, og Ísland er eftir dygga ósigurin í dag endað afturi á 99. plássi. So skjótt er hvønn vegin.
Dystirnir í fimta umfari í morgin byrja á middegi. Fylgjast kann við beinleiðis leik fyri leik á øllum borðum í Batumi. Leinki til kappingina sæst á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com.

 

OL_2018_FAI-IRL

Føroyar í dysti móti Bosnia-Herzegovina í OL í Georgia. Høgrumegin Martin Poulsen, Olaf Berg, John Rødgaard og Helgi Dam Ziska.

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …