Stígur er komin í hjá føroyska talvlandsliðnum á olympiaduni í Georgia. Í sjeynda umfari í dag taptu Føroyar 2½-1½ fyri Botswana. Hetta kom ógvuliga dátt við, tí Føroyar eru styrkismettar fjøruti pláss hægri enn afrikanska liðið. Fittur ratingmunur var eisini á øllum fýra borðum.
Helgi Dam Ziska gjørdi sína skyldu og vann ógvuliga sannførandi á 1. borði. Hinir á føroyska liðnum stóðu eisini væl, og høvdu eitt skifti fyrimunin, men Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen lorkaðu so illa, at báðir taptu. John Rødgaard plagar at vera tryggur, tá ið hann fær upp støðu, sum hann hevði í endatalvinum í dag, men hann misti tráðin, og mátti í staðin sættast við javnt.
Eftir hæli
Dysturin í dag var triði ósigurin á rað. Tað ber í sær, at føroyska liðið er nú dragnað langt aftur um sína seeding. Vit eru í løtuni nummar 135 av teimum 185 liðunum í kappingini. Vit eru sum sagt mettir at vera nummar 76.
Í morgin telva vit móti Libya, sum er styrkismett nummar 130. Teimum møttu vit seinast í 1982. Tá vunnu vit 3-1. Ein freistast at siga, at í løtuni liggja vit so lágt, at vit eru sum bumbaðir næstan fjøruti ár aftur í tíðina.
Skipanin er kortini soleiðis, at rættilig skarvslop kunnu gerast á stiganum eftir fáum umførum. Tveir góðir føroyskir sigrar í morgin og aftur í ovurmorgin, so eru vit aftur á leið har, sum vit halda, at vit eiga at vera. Men dysturin í dag er staðilig áminning um, at vit mugu ikki undirmeta nakran – heldur ikki Libya.
Gongdin hjá føroyska liðnum er ikki so hugalig hjá okkara stórmeistara, tí við hetta lag fær hann ov lítla mótstøðu. Sterkasti telvarin hjá Lybia hevur meira enn 500 ratingsstig færri enn Helgi Dam Ziska. Føroyska liðið móti Libya í morgin verður John Rødgaard, Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen.
Úrtøkan hjá føroysku telvarunum higartil er henda:
1 Helgi Dam Ziska 4/6
2 John Rødgaard 2/5
3 Olaf Berg 2/6
4 Martin Poulsen 3/6
5 Carl Eli Samuelsen 2/5
Spenningur í toppinum
Kappingin frammi í oddanum er nú rættiliga harðnað. Avgerandi innanhýsis dystir koma nú fyri. Nøkur úrslit í dag:
Poland-Aserbadsjan 2-2
Kroatia-USA 1-3
Ukraina-Kina 2-2
Týskland-Holland 2-2
Kekkia-Ísrael 2-2
India-Egyptaland 2½-1½
Ungarn-Frakland 1-3
Serbia-Russland 2-2
Argentina-Ongland 1½-2½.
Topp-3
1 Aserbadsjan 13 stig
2 Poland 13
3 USA 13
Toppdystur verður í morgin millum Aserbadsjan, sum hevur ligið fremst frá byrjan, og favorittarnar USA. Á 1. borði møtast Caruana (USA) og Mamedyarov (Aserbadsjan). Teir eru ávikavist nummar tvey og trý á heimsstyrkilistanum – aftanfyri heimsmeistaran Magnus Carlsen úr Noregi.
Støðan hjá norðurlondum eftir 7. umfar:
17 Svøríki
18 Noreg
34 Finnland
41 Danmark
68 Ísland
135 Føroyar