Tað gongur illa hjá føroyska talvlandsliðnum í Georgia. Í dag taptu vit 3-1 fyri Afghanistan. Føroyska liðið er styrkismett nummar 76, Afghanistan nummar 143. Føroysku telvararnir høvdu á øllum borðum umleið 300 ratingstig fleiri enn afghansku mótstøðumenninir. Úrslitið er tí næstan óhoyrt.
Kanska eru afghansku telvararnir heldur stinnari enn styrkitølini vísa, men úrslitini hjá teimum sum heild í kappingini vísa greitt, at Afghanistan er ikki sterkari enn so, enn at eitt væl útborið føroyskt landslið eigur at vinna á teimum. Martin Poulsen var einasta ljósglæman á føroyska liðnum í dag. Hinir – John Rødgaard, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen taptu allir.
Tað er at undrast á, at føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska annan dagin á rað ikki telvaði. Tað tykist margháttligt, at hann telvar færri dystir enn hinir. Hann er okkara sjálvsagdi undangongumaður, og nú hinir á føroyska liðnum hava ilt við at finna stevið, hevur landsliðið brúk fyri honum – eisini móti liðum sum Libya og Afghanistan. Sum skilst hevur John Rødgaard ikki kent seg so birgan í nakrar dagar – sambært egnari útsøgn á Facebook í morgun.
Føroyska liðið er nú dragnað aftur á 126. pláss í røðini av teimum 185 liðunum í almennu kappingini.
Ghana í morgin
Í tíggjunda og næstsíðsta umfari í morgin telva Føroyar móti Ghana. Teir eru styrkismettir nummar 141. Føroyska manningin verður henda: Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen.
Úrtøkan hjá føroysku telvarunum er henda: Helgi Dam Ziska 4/6, John Rødgaard 2½/7, Olaf Berg 3/7, Martin Poulsen 5/8, Carl Eli Samuelsen 3/7.
John Rødgaard stendur til at ganga 42 ratingstig aftur, Carl Eli 30 og Olaf 22. Tað talar fyri seg. Martin Poulsen stendur afturímóti til at ganga 10 stig fram, og Helgi varðveitir sítt styrkital. Eftir eru so tveir dystir at telva.
Poland á odda
Poland er liðið, sum hevur tikið øll á bóli í OL. Í dag vunnu teir toppdystin móti USA 2½-1½. Í oddanum er støðan nú henda: 1. Poland 16 stig 2. USA 15 3. Kina 15 4. Armenia 15 5. Ongland 15. Norðurlond: 21. Noreg 23. Svøríki 40. Danmark 46. Finnland 69. Ísland.
Dystirnir í Batumi morgin byrja um middagsleitið.