Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2018/2019.
Hesi feløg hava lið í:
1. deild: Havnin 1, Sandavágur 1, Havnin 2, Kollafjørður 1, Klaksvík 1 og Klaksvík 2 (flutt upp úr 2. deild).
2. deild: Gøta 1 (flutt niður úr 1. deild), Sandavágur 2, Vestmanna 1, Havnin 4, Havnin 3 og Streymur 1 (flutt upp úr 3. deild).
Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 3. deild.
Tilmeldingarfreisin er sunnudagur 21. oktober 2018, so vinarliga sendi kappingarleiðaranum tilmeldingarnar áðrenn ta tíð.
Umráðandi er eisini, at feløgini senda inn styrkilistar sínar. Á styrkilistanum skal upplýsast fyri hvønn einstakan telvara: Navn, føðidato og e-mail.
Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf. og teldupostbústað).
Liðkappingin byrjar sunnudagin 28. oktober 2018.
Dómaraseðlar og avrit av talvum skulu sendast til:
Rógvi Egilstoft Nielsen
Dalsbøur 1
FO 360 Sandavágur
Við talvkvøðu,
TALVSAMBAND FØROYA
Rógvi Egilstoft Nielsen, kappingarleiðari
kappingarleidarin@faroechess.com
Tlf. 271404