Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úttøkukapping til NM fyri børn og ung

Úttøkukapping til NM fyri børn og ung

Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 24. nov kl. 13.00 í Gula skúla í Havn. Tað er á Landavegi 30, beint við gamla bryggjaríið hjá Restorff.

Kappast verður í fimm aldursbólkum, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við. Tvey tey fremstu í hvørjum bólki vinna sær rættin at umboða Føroyar í NM, sum verður í Íslandi í februar 2019.

Bólkarnir eru hesir:

  • Bólkur A, telvarar føddir í 1999 til 2001
  • Bólkur B, telvarar føddir í 2002 og 2003
  • Bólkur C, telvarar føddir í 2004 og 2005
  • Bólkur D, telvarar føddir í 2006 og 2007
  • Bólkur E, telvarar føddir í 2008 ella seinni

 

Miðjað verður eftir at telva sjey umfør í hvørjum bólki, har hvør telvari byrjar við 25 min. á klokkuni, og harumframt verða 10 sek. løgd afturat tíðini eftir hvønn leik.

Tilmelding, í seinasta lagi hósdagin 22. nov kl. 18.00:

send teldupost til:  katrin_apol@hotmail.com ella sms til 233051

Vinaliga upplýs navn og føðingardag hjá telvaranum.

 

Kappingin er fyri øll, sum hava hug at telva, og ikki minst fyri tey, sum vilja vinna sær møguleikan at sleppa við til NM.

 

Ynskiligt er, at møguligir NM-luttakarar luttaka í Runavík Open, sum verður 12.-18. nov. 2018 í Runavík, sum liður í fyrireikingunum til NM-kappingina. Tað kann eisini vera ein fyrimunur fyri telvaran at luttaka har, tí um so er, at fleiri telvarar eru javnir í stigum í úttøkukappingini, so vinnur tann teirra, sum hevur hevur luttikið í Runavík Open. Tekna teg á http://www.runavikopen.com. Freistin at tekna seg er longd til hósdagin

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …