Úttøkukapping til NM fyri børn og ung var í Gula skúla í Havn í gjár. Tilsamans 51 luttakarar vóru, og harav vóru heili 34 luttakarar í yngsta aldursbólki. Hetta er ein hin størsta úttøkukappingin fyri ung, ið TSF hevur fyriskipað, so útlit eru fyri eini bjartari framtíð fyri talvi í Føroyum. Eisini er hugaligt at síggja fleiri luttaka.Kappast varð í fimm bólkum, og nummar eitt og tvey í hvørjum bólki vunnu sær møguleikan at umboða Føroyar í NM-kappingini, sum verður í Íslandi í februar.
Føroysku umboðini til NM-kappingina verða:
Bólkur A (f. 1999 til 2001): Janus Skaale og Eli W. Finnson
Bólkur B (f. 2002 og 2003): Leif Reinert Fjallheim og Flóvin Matras Tummasarson
Bólkur C (f. 2004 og 2005): Benjamin Reinert Fjallheim og Jón Nielsen
Bólkur D (f. 2006 og 2007): Luitjen Akselsson Apol og Elias Petersen
Bólkur E (f. 2008 og seinni): Brestir Samuelsen og Rókur Davidsen
TSF ynskir at takka Rógva Mortensen og Margari Berg fyri stóru hjálpina til kappingina.
Øll úrslitini síggjast við at trýsta her: bólkur A, bólkur B, bólkur C, bólkur D, bólkur E
Janus og Eli sleppa at umboða Føroyar í A-bólkinum. Kaj gjørdist nr. 3 og Hanna nr. 4. Fýra luttakarar vóru í bólkinum.
Leif og Flóvin vunnu NM-plássini í bólki B. Rógvi fekk bronsu og Suni nr. 4. Fýra luttakarar vóru.
Jón og Benjamin fingu NM-plássini í C-bólkinum. Teir báðir vóru einastu luttakararnir í hesum bólkinum.
Luitjen og Elias vunnu sær NM-luttøku í bólki D, har 7 luttakarar vóru. Markus vann bronsuna.
Brestir og Rókur vunnu sær NM-luttøku í E-bólkinum, har 34 børn luttóku. Luca Eyðun og Kristian endaðu javnir á 3. plássi.