Oddaliðið í landskappingini í talvi, Sandavágs Talvfelag, økti um leiðsluna við knúsandi 4-0 sigri á Klaksvíkar Talvfelag í triðja umfari sunnudagin.
Liðið hjá sandavágsmonnum hevur fingið 11 av 12 møguligum stigum eftir fyrstu trý umførini í kappingini. Teir, ið manna oddaliðið úr Vágum eru Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen. Sandavágs Talvfelag er nú hálvttriðja stig frammanfyri meistaraliðið úr Havnar Telvingarfelag.
Havnarmenn vunnu 3½-½ á Kollafjarðar Talvfelag, sum er aftast í deildini. Á fyrsta borði endaði javnt millum Carl Eli Samuelsen og Torbjørn Thomsen, á hinum borðunum vunnu Sjúrður Thorsteinsson, Rógvi Mortensen og Herluf Hansen.
Teir tríggir OL-telvararnir, Helgi Dam Ziska, Olaf Berg og Martin Poulsen, vóru heldur ikki við hesaferð, og hava enn einki stig vunnið fyri Havnar Telvingarfelag í liðkappingini.
Triði dysturin í 1. deild stóð millum B-manningarnar hjá Havnini og Klaksvík, og her vunnu klaksvíkingar 2½-1½.
Úrslitini í 1. deild – 3. umfar
Klaksvík – Sandavágur 0-4
Havnin – Kollafjørður 3½-½
Havnin 2 – Klaksvík 2 1½-2½
Støðan – 1. deild
Sandavágur 11 stig
Havnin 8½
Klaksvík 6
Klaksvík B 5½
Havnin B 4
Kollafjørður 1
Í 2. deild er Vestmanna Talvfelag á odda og í 3. deild er Sandavágs Talvfelag fremst.
Lykladystir í januar
Dystirnir hetta vikuskiftið vóru teir seinastu í landskappingini fyri jól. Telvað verður ikki aftur fyrr enn 19. januar.
Tá er avgerandi dupultumfar á skránni. Tá møtast oddaliðini úr Sandavági og Havn í tí fyrra av tveimum avgerandi sínamillum toppdystum í vetur.
Tíggjunda og seinasta umfar í landskappinginini verður 6. apríl.
Meira er um landskappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.