Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Rógvi og Høgni í Kroatia

Rógvi og Høgni í Kroatia

Í hesum døgum, 15/12 til 22/12, luttaka brøðurnir Rógvi (2339) og Høgni Egilstoft Nielsen (2400) í stóru altjóða talvkappingini Zadar Open í Kroatia.

Kappingin fevnir yvir 9 umfør, og í 4. og dagsins umfari møttust brøðurnir við talvborðið. Rógvi vann við hvíta fólkinum á Høgna, og hevur higartil vunnið 3 av 4 talvum, ið er heilt góð úrtøka, sum í løtuni gevur Rógva eina framgongd á gott 23 ratingstig. Í 2. umfari vann Rógvi á stórmeistaranum GM Dragisa Blagojevic (2497) frá Montenegro. Talvið kann síggjast við at trýsta á her. Í morgin hevur Rógvi svart móti tí altjóða meistara Quentin Loiseau (2443).

Eftir ein sigur og tvey remis, hevur Høgni fingið 2 av 4 stigum, ið higartil gevur honum eina lítla afturgongd uppá 7 ratingstig. Í morgin hevur Høgni aftur svarta fólkið, hesuferð móti indaranum Nikhil Dixit (2292).

Talvið millum Rógva og Høgna kann síggjast við at trýsta á her.

Støðan eftir 4 umfør sæst her.

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …