Norðurlandameistaraheitið í skúlatelving verður telvað í vikuskiftinum. Íslendingar eru vertir, og verður telvað á Borgarnesi. Kappingin er skipað í 5 aldursbólkar, og hava Norðurlondini tvey umboð í hvørjum bólki.
Føroyski hópurin fór til Íslands tíðliga hósmorgunin, tí longu kl 10 fríggjadagin 15. februar byrjar fyrsta umfar. Ferðalagið telur 20 fólk, umframt at Rógvi Egilstoft Nielsen er við sum venjari. Telvað verða 6 umfør, og endar kappingin sunnudagin 17. februar.
Síðani hópurin bleiv úttikin í novembur mánaða, hevur GM Helgi Dam Ziska havt regluligar venjingar við teimum. Hóast flestu telvararnir er lægst rataðir í øllum bólkum, hava fyrireikingarnar verið góðar. Og vónandi verður okkurt óvæntað úrslit, hví skuldi tað ikki tað?!
Umframt venjingarnar, hava NM-luttakararnir eisini luttikið í heimligu kappingunum undan fráferð. Seinasta veruliga royndin var Kjølur Open, sum seinastu árini hevur verið fastur táttur, stutt undan NM.
Ta kappingina vann Luitjen Akselsson Apol sannførandi, meðan hinir ikki smæddist burtur.
Fylgjast kann við kappingini á: https://skak.is/nycc2019/
Fyrireikararnir hava boðað frá, at 20 talv verða víst beinleiðis (Live), 4 úr hvørjum bólki.
Føroysku luttakarirnir eru hesir:
Bólkur A
Janus Skaale, 1765
Eli W. Finnsson, 1659
Bólkur B
Leif Reinert Fjalleheim, 1712
Flóvin M. Tummasarson, 1551
Bólkur C
Jón í Horni Nielsen, 1756
Benjamin Reinert Fjallheim, 1465
Bólkur D
Luitjen Akselsson Apol, 1854
Elias Petersen, 1005
Bólkur E
Rókur Davidsen
Brestir Samuelsen