Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Kappingin harðnar

Kappingin harðnar

Sandavágs Talvfelag er framvegis á odda í fremstu deildini í landskappingini, men havnarmenn ota seg nú fram á oddaliðið úr Vágum.

Munurin millum tey bæði fremstu liðini styttist við tveimum stigum eftir dystirnar í sjeynda umfari í dag.

Sandavágsmenn máttu sættast við javnleik móti øðrum liði hjá Havnar Telvingarfelag í dag. Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdu sína skyldu og vunnu á ovaru borðunum á ávikavist Rógva Mortensen og Heiðrik Jacobsen, men á aftaru borðunum vóru havnarmenn við yvirlutan. Leif Reinert Fjallheim og Margar Berg vunnu á ávikavist Torkil Nielsen og Bernhard Augustinussen. Silas Eyðsteinsson var ikki við hjá sandavágsmonnum í dag.

Fyrsta lið hjá Havnini gjørdi bart í dystinum móti Klaksvík 2 og vann 4-0. Martin Poulsen, Olaf Berg, Carl Eli Samuelsen og Herluf Hansen vunnu allir.

Í triðja dystinum í 1. deild í dag vann fyrsta lið hjá Klaksvíkar Talvfelag 3½-½ á Kollafjarðar Talvfelag.

Støðan í 1. deild eftir 7. umfar:

Sandavágur 21½

Havnin 20

Klaksvík 14½

Havnin (2) 10

Kollafjørður 9

Klaksvík (2) 9

Spenningurin er tí ikki sørur um hvussu kappingin um FM-heitið millum vágamenn og havnarmenn fer at enda.

Trý umfør eru eftir í kappingini. Skráin í 1. deild er henda:

8. umfar (3. mars)

Sandavágur – Klaksvík

Kollafjørður – Havnin

Klaksvík (2) – Havnin (2)

9. umfar (17. mars)

Klaksvík (2) – Sandavágur

Havnin – Klaksvík

Havnin (2) – Kollafjørður

10. umfar (6. apríl)

Sandavágur – Havnin

Klaksvík – Havnin (2)

 

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …