Finalan er 10. og seinasta kappingin hetta kappingarárið. Kappingin er skipað soleiðis, at til tess at vinna Grand Prix og ratingvirðislønir, er neyðugt at hava luttikið í minst 5 kappingum, finalan íroknað. Endaliga úrslitið verður sostatt uppgjørt eftir 5 teim bestu úrslitunum, hóast telvað er í fleiri enn 5 kappingum samanlagt.
Undirtøkan hevur – aftur hesuferð – verið sera góð fyri Grand Prix telvingini.
Martin Poulsen og Olaf Berg vunnu kappingina í ávikavíst 2007 og 2008.
Helgi Dam Ziska vann Grand Prix í 2009 og liggur í oddinum, undan seinasta umfarinum 2010, og hevur harvið møguleikan at endurtaka sigurin frá í fjør. Men John Rødgaard gevur Helga ein skarpan gang og tískil er lagt upp til sera spennandi Grand Prix endabrest.
Undan finaluna, er topp-4 støðan hendan:
Í finaluumfarinum verður ikki bert telvað um endaligar plaseringar í samlaðu kappingini. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teim sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið higartil. Virðislønir verða eisini latnar sum til eina vanliga Grand Prix kapping.
Telvað verða 9. umfør, har umhugsunartíðin er 15. minuttir í part til talvið. Luttøkugjaldið er kr. 100.
Vinarliga boðið frá luttøku til Finnbjørn Vang, í seinasta lagi hósdagin 1. juli: snarbjorn@hotmail.com ella á tlf. 22 14 22.
TALVSAMBAND FØROYA