Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi vann á Karpov !

Helgi vann á Karpov !

Stór fjøld var møtt í Ósáskúlanum, nú Karpov sessaðist við talvborðið at telva snartalv. Í snartalvi hava telvarar 5 minuttir í part til talvið.

Herborg Hansen telvdi væl, men eftir óneyvar leikir í miðspælinum, vann Karpov. Olaf Berg telvdi spennandi talv, men Karpov sýntist vera væl nøgdur við støðuna og vann talvið tá avtornaði.

Spenningurin var sera stórur, tá 5-feldi FM-snar vinnarin, IM Helgi Dam Ziska heilsaði Karpov og sessaðist við borðið.

Talan gjørdist um eitt sera intenst talv, har báðir partar leitaðu eftir vinnandi leiðini. Eftir togan í javnari støðu, var Helgi hin drúgvari. Tíðin fór hjá Karpov, tá Helgi hevði 20 sekund eftir á klokkuni.

Eitt satt bragd av Helga.

Talan gjørdist um eitt sera intenst talv, har báðir partar leitaðu eftir vinnandi leiðini. Eftir togan í javnari støðu, var Helgi hin drúgvari. Tíðin fór hjá Karpov, tá Helgi hevði 20 sekund eftir á klokkuni.

Eitt satt bragd av Helga.

Karpov fekk tó uppreisn í seinna talvinum, tá hann vann, eftir stinna mótstøðu frá Helga.

Karpov viðmerkti eftir jøvnu orrustuna, at Helgi hevði sera góð evnir at taka røttu avgerðirnar og góðar møguleikar at røkka langt innan telvingina. 

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …