Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Heiðrikur stóð seg best

Heiðrikur stóð seg best

Eftir 10 umfør gjørdist Heiðrikur nr. 75 av 292 telvarum, við 6 stigum, heili 111 pláss fremri enn styrkismetingina undan kappingini. Úrslitið innibar somuleiðis, at Heiðrikur vann styrkivirðislønina í sínum bólki fyri telvarar við ratingtalinum 1701-1900. Í hesi orrustu luttóku 57 telvarar.

Góða kappingin varð somuleiðis sligin fast við góðari snarkapping, har Heiðrikur vann 8. finaluplássi í stóru snarkappingini.

Rógvi Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, gjørdist nr. 84, somuleiðis við 6 stigum, meðan Sigurð Justinussen og Herluf Hansen, úr Havn, báðir fingu 5 stig og gjørdust ávikavíst nr. 135 og 136. Vagnur Dam, úr Norðskála, bleiv nr. 240 við 3½.

Samanlagt góð kapping hjá føroyingunum, sum allir fáa ratingframgongd, har framgongdin hjá Heiðriki tó verður hin størsta.

Stórmeistarin GM Pavel Eljanov (2705) vann Politiken Cup við 8½ stigi. 

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …