Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing: Steypakapping 2010 og Talvgalla við Gjógv

Innbjóðing: Steypakapping 2010 og Talvgalla við Gjógv

Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2009/10 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøðast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.

Skráin:

  • kl. 11.00 – Steypakapping
  • kl. 14.00 (uml.) – steðgur og ábit
  • kl. 14.00 (uml.) – atkvøtt verður um Ársins Telvara og Ársins Stjørnuskot
  • kl. 16.00 (uml.) – Fundur við feløgini. Evaluering av farna kappingarárinum. Møgulig átøk til komandi kappingarár.
  • kl. 19.00 (uml.) – Talv Gallaveitsla. M.a. verður Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot kosin, umframt vakrasta talv frá FM 2010.

Kappingarreglur:

Hvørt lið verður mannað við 6 telvarum. Loyvt er at hava tveir skiftistelvarar á hvørjum liðið. Smærri feløg kunnu leggja saman eftir avtalu við TSF. Feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.

Í kappingartalvuni verða liðini skipaði sambært úrslitinum frá Steypakappingini 2009, soleiðis, at fremstu liðini møtast síðst í kappingini. Harafturat verða innanhýsis dystir ímillum lið úr sama felag avgreiddir skjótast til ber í kappingarskipanini.

Kappingin fevnir um 9 umfør, ið verða telvaði við 15 min. umhugsunartíð til hvønn.

Stendur á jøvnum, tá um nr. 1, 2, 3 umræður, er galdandi:

  • Innanhýsis dystur
  • Dubult-umfar: Snartelving (5. min. í part til talvið)
  • 1. borð hjá liðunum: Dubult snartalv og síðani sudden-death, har hvítur hevur 5 min. og svartur 4. min. og har kravið er sigur til hvítan

Virðislønir

Ognarsteyp, ferðasteyp og medajur eru til nr. 1, 2 og 3.

Tilmelding

Tilmelding fer fram á tlf. 22 14 22 (Finnbjørn Vang) ella 79 47 22 (Jógvan Joensen). Tilmeldingarfreistin er 4. september 2010. Kostnaðurin er kr. 200 fyri hvønn telvara. Fyri onnur áhugaði er kostnaðurin kr. 250. Feløgini rinda upphæddina til TSF.

Gisting

Góðir hýsingarmøguleikar eru á Gjáargarði til sera sámuligan prís – sí nærri: www.gjaargardur.fo 

Takið lógvatak – og haldi fast – um forkunnuga talvtiltakið !

Við talvkvøðu

TALVSAMBAND FØROYA

 

 

 

 

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …