Heim / FM lið / Liðkappingin 2010/11 / Tilmelding til liðkappingina 2010/11
lidkapping2

Tilmelding til liðkappingina 2010/11

 

 

Hesi feløg hava lið í: 

1. deild: Vestmanna, Havnin, Klaksvík 1, Klaksvík 2, Sandavágur 1 og Sandavágur 2 (flutt upp úr 2. deild). 
2. deild: Havnin 2, Havnin 3, Klaksvík 3, Toftir (flutt niður úr 1. deild) Vestmanna 2 og Vestmanna 3 (flutt upp úr 3.deild).

Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 3. deild og í unglingadeildini.

Tilmeldinginarfreistin er hósdagin 14. oktober, so vinarliga sendi mær tilmeldingarnar áðrenn ta tíð.
Umráðandi er eisini at feløgini senda inn styrkilistar sínar. Hesir verða atkomuligir á heimasíðu Talvsambandsins. 
Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf., teldupostbústað).

Liðkappingin byrjar sunnudagin 17. oktober 2010.

Dómaraseðlar og avrit av talvum skulu sendast til:
Jógvan Joensen
á Teigi 9
FO 100 Tórshavn

Við talvkvøðu

TALVSAMBAND FØROYA

Ingolf Gaard, kappingarleiðari
kappingarleidarin@gmail.com
Tlf.:      +45 4158 5758

Sí eisini

Liðkappingin 2010/11 – Sandavágur Føroyameistarar!

Í 10. og seinasta umfari tryggjaðu sandavágsmenn sær føroyameistaraheitið og lótu ongan iva vera um hvør …