Á aðalfundinum var 3. punkt á skránni, nevndarval, og stóðu tveir mans fyri vali.
Undan fundinum var greitt, at Jógvan Joensen (HT), sitandi forseti, sum seinastu 10 árini hevur sitið í nevndini – harav helmingin sum forseti – takkaði fyri seg og tók ikki við afturvali. Sitandi nevnd mælti til, at Dávur Jacobsen (HT) helt fram, og um ongi onnur uppskot komu frá aðalfundinum, at velja Ingolf Gaard (KTF).
Eftir stuttari løtu var greitt, at ongin annar ynskti at stilla upp og tískil bleiv Ingolf valdur sum nýggjur nevndarlimur. Tiltakslimir eru framvegis, Hanus Ingi Hansen (VT) og Martin Berg (HT).
Eftir loknan fund skipaði nevndin seg soleiðis:
Finnbjørn Vang, Forseti
Klæmint Hansen, Varaforseti
Jákup á R. Andreasen, Skrivari
Dávur Jacobsen, nevndarlimur
Ingolf Gaard, nevndarlimur, kappingarleiðari og web-master.
Hanus Ingi Hansen heldur fram sum kassameistari.