Felagið er umboðað í øllum deildum, og er so at siga hvørt ár væl við í kappingini um FM-heitið, serliga í 1. deild og í unglingadeildini. Við teimum liðum í bestu deildini kann sigast at felagið eisini hevur eina góða og sterka breidd. Júst lokna kappingarárið hevur eisini hilnast framúr væl og kann felagið m.a. vísa á sigrar bæði í liðkappingini og steypakappingini.
Felagið hevur eisini eina javna tilgongd av ungum telvarum. Seinnu árini hava unglingar hjá felagnum á hvørjum ári umboðað Føroyar í kapping millum norðurlendskar javnaldrar.
Tey, sum varða av Klaksvíkar Talvfelag, eru fegin um samstarvið við Norðoya Sparikassa. Stuðulin frá Norðoya Sparikassa øll hesi árini síðan felagið varð endurstovnað eigur sín stóra lut í góðu úrslitum felagsins.
Norðoya Sparikassi er fegin um at halda fram sum høvuðsstuðul hjá Klaksvíkar Talvfelag, og ynskja felagnum bestu eydnu við framhaldandi at menna telvingina í býnum.
Kelda: www.ns.fo