Sum sagt, varð kappingin býtt sundur í 2 bólkar, Rilton-Elo, ið er fyri telvarar við einum rating-tali minni enn 2200, og Rilton-cup, ið er fyri telvarar við einum rating-tali omanfyri 2200, (undantøk verða tikin).
Av tí, at eg hevði eitt Elo tal á 2116, mátti eg spyrja fyrireikararnar, um eg kundi telva við í Rilton-cup, og tað fekk eg játta næstan beinanvegin. At býta eina kapping sundur í 2 bólkar, hevur bæði fyrimunir og vansar. Men í hesum føri, haldi eg tað er sera skilagott av tí, at málið hjá fyrireikarinum er, at menna ungar svenskar telvarar. At seta eitt mark á 2200, fyri at luttaka í tí betru kappingini ger, at luttakarnir allatíðina fáa sterkar telvarar, tað gevur venjing.
Nú til “mína kapping”. Eftir at hava tapt fyrsta umfar, ímóti IM Johan Furhoff (við einari góðari støðu), var mótstøðumaðurin næsta dagin, FM Rauan Sagit (2406). Eg royndi at fyrireika meg áðrenn talvið, men tað var lættari sagt enn gjørt, eg fann útav, at hann spældi 1.c5 eftir mín fyrsta leik, ið er 1.e4, men so fann eg ikki meira. Av tí, at eg einki talv fann, har mótstøðumaðurin hjá honum, hevur flutt c3 næsta leik. Tað skuldi verði jaligt fyri meg, at hann ikki hevði telvað byrjanina so nógv. Vónirnar vóru góðar fyri at fáa eitt gott talv, og møguliga fáa úrtøku burtur úr, um heilt væl spældi av.
3 umfar tapti eg ímóti einum IM’ara, við einum ratingtalið uppá 2314. Í 4 umfarið tapti eg aftur, og hesa ferð hevði mótustøðumaðurin eitt ratingtal uppá 2232. Tað sum var eitt sindur serstakt við teimum 4 fyrstu umførinum, var at eg hevði vinnandi ella betur støður øllum talvinum. Hóast tað fekk eg bara eitt stig. Í 5 umfarið fekk eg tann telvaran, ið hevði minst rating í kappingini, 1895. Hann vann eg so, men tað talvið kundi fari báðar vegir. Í 6 og 7 umfarið endaði tað við tveimum javnleikum, ímóti tveimum 2200 telvarum. Í næstsíðsta umfarið var mótstøðumaðurin Erik Bolmqvist, ið hevur 2449 í Elo. Erik hevði havt eina sera ringa kapping, so tá ið eg bjóðaði javnt, við eini betur støðu, eftur bara 14 leikir, tók hann av. Síðsta umfarð vann eg, ímóti einum 2200 telvara, og kom so uppá 4½ stig, ið gevur eina rating framgongd uppá 25 stig.
Eg havi roynt, at viðmerkja talvið frá tí næsta umfarinum eftir besta førimuni. Talvið er ímóti Sagit.
Nielsen,Rógvi Egilstoft (2116) – Rauan,Sagit (2406) [B22]
Rilton-cup 2010/2011 (2) 27.12.2010
1.e4 c5 2.c3 Rif6 Sum sagt, visti eg ikki, hvat hann fór at gera, men 2…Rif6 er tað ið er mest spælt, so eg bleiv ikki kløkkur. 3.e5 Rid5 4. d4 cxd4 5.cxd4 d6 6. Bc4 Tað vanliga er at spæla Rif3 áðrenn Bc4 kemur, men Bc4 kann væl spælast. Rib6 7. Bb5+ Ric6 8. Rif3 Bd7
Svartur hevur nú eina hóttan við Rixe5, ið ger at svartur javnar út, t.d. 9.0-0 Rixe5 10.Rixe5 dxe5 (10…Bxb5 gongur ikki, av tí at svartur hevur eitt gott aftursvar, við at leika 11.Rixf7 Kxf7 12.Fh5+ Og Bispurin hongur á b5) 11.Bxd7+ Fxd7 12.dxe5 Fxd1 er jøvn støða. 9.Ric3 fyri at dekka bispin. 9…e6 10.0-0 d5 11.Bf4
Eg brúkti nógv tíð til henda leikin 11.Bf4, tað komst av, at eg visti ikki, hvar bispurin skuldi. Eg var nokkso vísur í, at eg skuldi flyta bispin, men hvar? Eg visti væl, at Fritz ikki hevði 11.Bf4 til sín besta leik, men við talvborði er einkin Fritz. Valið fall á 11.Bf4, og tað komst av tí, at eg helt at støðan var nokkso lík einum varinati í fronskum, har svartur roynur at fáa f6 ígjøgnum, og síðani Bd6. 11…a6?! í mínum høvdið, er hatta ein burturspiltur leikur, av tí at eg vil gjarna, flyta bispin aftur á d3. Betur var at flyta 11…Be7, ella 11…Rc8. 12.Bd3 Be7 13.Rc1 Rc8 14.Bb1?
Hendan leikin skuldi eg havt bíða eitt sindur við, betur var 14.Fe2, fyri at svartur ikki skal sleppa at spæla 14…Ric4 og møguliga skal eg eisini spæla a3, áðrenn eg flyti bispin aftur. Eg gloymdi møguliga at hyggja eftur støðuni, gjørdi bara eftur tí vanliga planinum. Eg vil helst ikki missa tann hvíta bispin, í peikar ímóti konginum, tá svartur einaferð er lopin um borg. Men fyri ikki at missa hann, má eg flyta hann fleiri ferðir næstu leikirnar. 14…Ric4 15.b3 Ria3 16.Bd3 Rib4. Hann ger alt fyri at fáa bispin. 17.Be2 og eg geri alt fyri ikki at missa hann. 17…b5?!
Eftir talvið segði hann, at honum ikki dámdi handa leikin, hann váðar for nógv, Riddarin á a3 sleppur ikki vekk aftur. 18.Fd2 0-0 19.Fb2 tað er eitt sindur trongt hjá mær, men tað gongur. 19…Fa5 20.Bd2 Rfe8 21.Rfd1
Báðir hava ringt við at koma víðari, hann hevur læst sítt fólk fast á frúgva-síðuni, og eg havi ikki so gott pláss, at flyta mítt fólk á. 21…Bf8 22.h4! Her byrjar álopið, tað sær ikki út av nógvum, men tað er akkurát tað, ið er so gott við tí. Sagit segði aftaná talvið, at hann hugsaði ikki so nógv um kongin, av tí at hann stóð so tryggur, og tað ger hann nokk eisini, men onkur feilur frá hansara síðu, ger at støðan verður hattislig. 22…Riac2 eg kann ikki taka hann, tí eftir 23.Rxc2 Rixc2 24.Fxc2 b4, hevur svartur klárt betur støðu. 23.h5 h6 Tíðin byrjaði at ganga undan hjá okkum báðum, men eg hevði eina ætlan, so teir næstu leikirnir vóru fluttir skjótt. 24.g4 Rc6 25.g5 Rec8 26.gxh6 gxh6
Hendan støðan er grundin til, at eg gav 22.h4 eitt !. Næstan burtur úr ongum kemur eitt álop, eg má viðurkenna, at eg sjálvur bleiv eitt sindur kløkkur. 27.Kh1 fyri at fáa rókin ella rókarnar við í álop. Kh8 28. Rg1 Eg havi flutt, og hann átti leik, eg royndi at síggja, hvussu eg kundi vinna aftan á Fa3. Eg helt, at tað var okkurt, men tað gekk ikki so nógv tíð, frá eg hevði flutt, til hann flutti aftur. 28…Fa3
Tá hann hevði flutt 28…Fa3, visti eg ikki, hvat eg skuldi gera. Eg kundi sjálvandi bara taka, og síðandi “dobla” rókarnar á g-linjuni, men Rxc2 var eisini ein møguleiki, eg hugsaði 29.Rxc2 Rixc2 30.Fxc2 b4 31.Rig5 við einum góðum álopi, men eg sá einki avgerðandi. Tíðin gongur, 3 minuttir eftur á klokkuni til 12 leikir, og vit fingu ikki 30 sekund eyka eftir hvønn leik, so ein avgerð mátti takast. 29.Rxc2! Rixc2 Hann gjørdi skjótt av. 30.Fxc2 Tíðin hjá honum byrjaði eisini at ganga undan, og tað hjálpti mær nógv. 30…Rxc3??
Tað var einki at gera, men av tí, at eg var í tíðarneyð, og hevði ikki klárað at roknað alt út, so hevði 30…b4 verið munandi betur, eg sat og roknaði uppá 31.Rig5, sum hevði verið ein nóg góður leikur til at vinna talvið, men besti leikur hjá mær eftur 30…b4 er 31.Bg5!!
Hann kann ikki taka bispin, 31…hxg5 32.Rixg5 og hann kann ikki dekka mátið. Men hann hevur tveir aðrar møguleikar 31…Bg7 ella f5. Vit taka fyrst Bg7, tað flytur hann fyri at verja Bf6+, men 32.Bf6, nú hevur hann nógvar møguleikar, men alt tapur, t.d. 32…Rxc3 33.Rxg7 Rxc2 34.Rg5 Kh7 35.Bd3#. Næsti møguleiki hjá honum er 31…f5, men tað gongur heldur ikki, 32.exf6 Rxc3 33.Fg6! og nú klárar svartur ikki at berjast meira, ætlanin er f7 og Bf6 mát, ið ikki kann dekkast. Aftur til talvið. 31.Bxc3 b4 32.Fd2 Eg hevði um ein minutt eftur, og eg visti, at eg hevði vinnandi støðu, men hvussu, tað visti eg ikki, so tað stóð nógv á. 32…bxc3 33.Ff4! Einasti leikurin í vinnur.
33…Bg7 Eg hevði lítla tíð eftur, bert eini 50 sekund, men mótstøðumaðurin hevði bara nøkur fá sekund eftur. 34.Fxf7 Rg8 34…Ff8 gongur ikki, 35.Fxd7 c7 36.Rih4 hóttir gaffil á g6. 35.Rih5 Be8
Hann hevði eitt sekund eftur á klokkuni, men sjálvt her sá eg ikki, hvussu eg kundi vinna. 36.Rig6+ Hann flutti 36.Kh7, men kláraði ikki at trýsta á klokkuni, áðrenn tíðin fór, men støðan er hóast alt vunnin hjá mær, 37.Fxe6 c2 38. Bd3 c1=F 39.Rie7+ Kh8 40.Fxg8#. 1-0
Eitt sera gott talv fyri meg, har eg var rættuliga heppin, alt riggjaði væl. Tá eg flutti teir seinastu leikirnar visti eg ikki, hvat fór at henda, og visti ikki hvar eg endaði, so spenningur var til tað síðsta, og tað eru tey bestu stigini.
Um áhugi er, so eru hini talvini at finna inná, http://www.rilton.se/1011/gameviewer.html