Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM 2011 – 3. umfar: Silas á deildum 1. plássi!
3 umf HTJREN

NM 2011 – 3. umfar: Silas á deildum 1. plássi!

 

Hjalti og Rógvi telvadu eitt langt og javnt talv. Eftir at tey flestu fólkini vórðu avbýtt, var ikki nógv at gera hjá nøkrum av teimum.

Karl M. fekk tíðliga býtismun móti Pæturi, og vann talvið.

Høgni kom væl frá byrjan, og hevdi ta einu løtuna tvær finnur meira. Hann yvirsá at mótstøðumaðurin kundi taka við bispinum á f7, frammanfyri konginum, og kom í stórar trupulleikar. Í rókaendatalvinum hevdi Høgni rók móti róki og tveimum samanhangandi finnum. Men íslendingurin spældi óneyvnt og loyvdi Høgna at offra rókin, so at hann kom at standa í patt. Eitt sindur heppi hálvt stig hjá Høgna.

Danin, ið Sjúrður telvaði móti, trýsti øgiligt, og fekk at enda báðar bisparnar frá Sjúrða, ið sostatt mátti lúta. 

Silas var ikki blíður við svian Kunal, ið hevði føðingardag í dag. Silas hevdi finnu meira, og tá hann harafturat fekk eitt sterkt álop, valdi svin at leggja kongin. Enn eitt gott talv hjá Silasi!

Eli vardi væl og leingi móti íslendinginum, sjálvt um hann hevdi finnu minni. Í endatalvinum, har teir høvdu hvør sín riddara og finnir, varð frífinnan hjá íslendinginum nokk til at vinna við. 

Janus telvaði eitt langt og javnt talv ímóti íslendinginum Vignir. Janus hevdi tó eina veika isoleraða finnu, ið hann at enda misti, og tað varð henda finnan ið kom at avgera talvið. 

Leif misti tíðliga í talvinum mann, men hevði løtu seinni møguleika at vinna hann aftur, men tók ikki av. Í endatalvinum vann norðmaðurin uppá hendan mannin, ið hann hevði meira.





 

 

 

Bólkur A
Hjalti Toftum Jogvansson (1890) – Rogvi Egilstoft Nielsen (2115)
Bólkur B
Pætur Poulsen (1247) – Karl M Dahl (1228)
Bólkur C
Emil Sigurdarson (1616) Iceland – Hogni Egilstoft Nielsen (1927)
Sjurdur Olsen (1419) – Jens Albert Ramsdal (1945) Denmark
Bólkur D
Kunal Bhatnagar (1820) Sweden – Silas Eydsteinsson (1315)
Eli W. Finsson (1158) – Oliver Johannesson (1555) Iceland
Bólkur E
Leif Reinert Fjallheim (1000) – Endre Machlik (1215) Norway
Janus Skaale (1123) – Vignir Vatnar Stefansson (1225) Iceland
Sí úrslit, stødur og talv her http://sjakkselskapet.no/nordisk-for-ungdom-2011/

Bólkur A

Hjalti Toftum Jogvansson (1890) – Rogvi Egilstoft Nielsen (2115) ½ – ½

 

Bólkur B

Pætur Poulsen (1247) – Karl M Dahl (1228) 0 – 1

Bólkur C

Emil Sigurdarson (1616) Iceland – Hogni Egilstoft Nielsen (1927) ½ – ½

Sjurdur Olsen (1419) – Jens Albert Ramsdal (1945) Denmark 0 – 1

 

Bólkur D

Kunal Bhatnagar (1820) Sweden – Silas Eydsteinsson (1315) 0 – 1

Eli W. Finsson (1158) – Oliver Johannesson (1555) Iceland 0 – 1

Bólkur E

Leif Reinert Fjallheim (1000) – Endre Machlik (1215) Norway 0 – 1

Janus Skaale (1123) – Vignir Vatnar Stefansson (1225) Iceland 0 – 1

 

Sí úrslit, stødur og talv her

 

 

 

 

3 umf EF3 umf HEN3 umf HTJREN3 umf JS3 umf LRF3 umf papar3 umf PPKMD3 umf SE3 umf SO3 umf holid

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í …