FM í talvi fyri einstaklingar verður í hesum døgum leikt í Vestmanna.
40 luttakarar eru tilmeldaðir. 10 í landsliðsbólkinum, 16 í almenna bólkinum, 6 í unglingabólkinum, og 8 í veteranbólkinum.
Veteranarnir byrja skírishósdag. Kappingin endar leygardagin.
3. og 4. umfør blivu leikt í dag.
Eftir 4 umførum kann staðfestast, at teir ovast styrksimettu hava livað upp til favorittleiklutin.
Helgi Dam Ziska hevur lagt seg á odda við 3½ stigum. Honum á baki koma John Rødgaard og Ólavur Simonsen við 3. stigum.
Carl Eli N. Samuelsen og Hans Kristian Simonsen hava 2½ stig.
Helgi og Ólavur bresta saman í oddabraki í morgin. Talvini byrja kl. 14.00.
Støðan eftir 4 umfør:
Helgi Dam Ziska 3½
John Rødgaard 3
Ólavur Simonsen 3
Carl Eli N. Samuelsen 2½
Hans Kristian Simonsen 2½
sjúrður Thorsteinsson 2
Torbjørn Thomsen 1½
Finnbjørn Vang 1
Eyðun Nolsøe ½
Rógvi E. Nielsen ½
Í unglingabólkinum eru 3 umfør telvaði.
Tríggir telvarar eru javnir í oddinum við 2. stigum.
Teir eru Sjúrður Olsen úr Vestmanna Talvfelag, Rúni T. Jacobsen úr Havnar Telvingarfelag, og Silas Eyðsteinsson úr Sandavágs Talvfelag.
Í almenna bólkinum hevur Høgni E. Nielsen úr Sandavágs Talvfelag lagt seg á odda við 3½ stigum.
Fýra telvarar liggja á einum deildum 2. plássi við 3. stigum. Teir eru Jákup á R. Andreasen, Jón Mikkelsen, Joen Pauli Johannesen og Vagnur Dam.