Heim / FM einstaklingar / FM 2011 / FM 2011 5. umfar

 

Føroyameistaraskapurin í talvi fyri einstaklingar verður í hesum døgum hildin í Vestmanna.
40 luttakarar eru við í kappingini. 10 í landsliðsbólkinum, 16 í almenna bólkinum, 6 í unglingabólkinum, og 8 í veteranbólkinum.

Veteranarnir byrja skírishósdag. Kappingin endar leygardagin.
 

FM 2011 5. umfar

 

5. umfar varð telvað týsdagin og úrslitini í landsliðsbólkinum vóru hesi:

Helgi Dam Ziska – Ólavur Simonsen 1-0

Torbjørn Thomsen – John Rødgaard 0-1

Sjúrður Thorsteinsson – Hans Kristian Simonsen 1-0

Finnbjørn Vang – Carl Eli Nolsøe Samuelsen 0-1

Eyðun Nolsøe – Rógvi Egilstoft Nielsen 0-1

 

Landsliðsbólkurin
Støðan í landsliðsbólkinum eftir 5 umfør er, at Helgi Dam Ziska liggur á odda við 4½ stigum. Á øðrum plássi er John Rødgaard við 4 stigum. Hesir báðir altjóða meistarar okkara skulu telva móti hvørjum øðrum í 6. umfari, sum byrjar mikudagin kl. 14.00.

 

Stigatalvan eftir 5 umfør:

Helgi Dam Ziska

John Rødgaard 4

Carl Eli Nolsøe Samuelsen 3½

Sjúrður Thorsteinsson 3

Ólavur Simonsen 3
Hans Kristian Simonsen 2½
Torbjørn Thomsen 1½

Rógvi Egilstoft. Nielsen 1½

Finnbjørn Vang 1
Eyðun Nolsøe ½

 

Unglingabólkurin
Í unglingabólkinum eru eisini 5 umfør telvað, og Silas Eyðsteinsson úr Sandavágs Talvfelag hevur lagt seg á odda við 4 stigum, meðan Rúni T. Jacobsen úr Havnar Telvingarfelag og Sjúrður Olsen úr Vestmanna Talvfelag hava fingið 3 stig.
 

Almenni bólkurin
Í almenna bólkinum hevur Høgni Egilstoft Nielsen fingið 4½ stig av 5 møguligum. Beint í hølunum kemur Jákup á Rógvi Andreasen við 4 stigum og Joen Pauli Johannesen við 3½ stigi.
 

 

 

Øll úrrslit og allar støður síggjast undir FM2011 í vinstra bredda ella trýst her

Sí eisini

FM 2011: 9. umfar

Tøkk til fyriskiparar, hjálparfólk og telvarar.

Hjartaliga til lukku : 

IM Helgi Dam Ziska, Silas Eyðsteinsson, Høgni Egilstoft Nielsen og Karl Louis Johansen

Vinnarar í FM fyri einstaklingar í talvi 2011 !