Landsliðsbólkurin
Støðan í landsliðsbólkinum eftir átta umfør er, at Helgi Dam Ziska hevur 6½ stig og John Rødgaard 6 stig. Á triðja plássi hevur Carl Eli Nolsøe Samuelsen 5 stig.
Síðsta umfar hevur Helgi hvíta fólkið móti Finnbirni Vang, og Rødgaard hevur svarta fólkið móti Ólavi Simonsen.
Síðsta umfar verður kl. 10.00 leygardagin reyða.
Úrslit í 8. umfari:
Eyðun Nolsøe – Helgi Dam Ziska 0 -1
John Rødgaard – Hans Kristian Simonsen ½-½
Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Sjúrður Thorsteinsson ½-½
Rógvi Egilstoft Nielsen- Ólavur Simonsen ½-½
Finnbjørn Vang – Torbjørn Thomsen 1-0
Stigatalvan eftir átta umfør:
Helgi Dam Ziska 6½
John Rødgaard 6
Carl Eli Nolsøe Samuelsen 5
Sjúrður Thorsteinsson 4½
Ólavur Simonsen 4½
Hans Kristian Simonsen 4
Finnbjørn Vang 2½
Rógvi Egilstoft Nielsen 2½
Torbjørn Thomsen 2½
Eyðun Nolsøe 2
Unglingabólkurin
Áðrenn síðsta umfar er greitt, at Silas Eyðsteinsson er føroyameistari í talvi fyri unglingar. Hann hevur fingið 7 stig av 9 møguligum. Kappingin um annað og triðja pláss er millum teir tríggjar Sjúrð Olsen við 5½ stigi og Eli W. Finnson og Rúna T. Jacobsen báðir við 5 stigum.
Almenni bólkurin
Áðrenn síðsta umfar er greitt, at Høgni Egilstoft Nielsen er vinnari. Høgni hevur bara mist eitt hálvt stig í kappingini og hevur 7½ stig av 8 møguligum.
Nummar tvey er Jákup á Rógvi Andreasen við 6 stigum, meðan Jón Mikkelsen og Jógvan Næs hava 5 stig.
Eldrabólkurin
Skírisdag settust teir gomlu telvararnir seg eisini við talvborðið. Trý talv vóru telvað skírisdag og tvey langa fríggjadag. Eftir hesi fimm umfør hevur Karl Louis Johansen lagt seg á odda við 4½ stigi. Kári O. Durhuus hevur 4 stig og Helgi Joensen 3 stig. Átta telvarar eru í eldrabólkinum, og kappingin hjá teimum endar eisini leygardagin.
Øll úrslit og allar støður síggjast undir FM 2011