Tofta Talvfelag

Tofta Talvfelag 650 Toftir Kontaktpersónur: Brandur Højgaard Tlf. 22 77 70 Teldupostur: varna[a]kallnet.fo

Les meira »

Gøtu Talvfelag

Gøtu Talvfelag 510 Gøta Kontaktpersónur: Reinhold Isaksen Tlf. 44 17 53 Teldupostur: rei[a]tunnil.fo

Les meira »

Kollafjarðar Talvfelag

Kollafjarðar Talvfelag 410 Kollafjørður Kontaktpersónur: Alvin Joensen Tlf. 26 14 98 Teldupostur: alvin_joensen[a]kallnet.fo

Les meira »

Kollafjarðar Rókur

Talvfelagið Rókur 400 Oyrarbakki Kontaktpersónur: Vagnur Dam Tlf. 25 18 85 Teldupostur: vagnurds[a]post.olivant.fo

Les meira »

Helgi misti á stokkinum

Helgi Dam Ziska misti á stokkinum í sterku talvkappingini Copenhagen Chess Challenge. 

 
Kravið at tryggja sær ein sonevndan stórmeistaranorm var, at Helgi megnaði í minsta lagi javnleik við svarta fólkinum í seinasta umfari í dag móti svenska stórmeistaranum Hans Tikkanen, men tað eydnaðist ikki. 
 
Í seinasta umfarinum, ið var í gjár, noyddist Helgi - fyri fyrstu ferð í allari kappingini - at leggja kongin. 
 
Talvið  var drúgvt - og vardi í alt góðar seks tímar. Helgi endaði kortini á fyrsta plássi í kappingini saman við øðrum, ið eisini fingu 6½ stig eftir átta umfør.
 
Við í kappingini vóru í alt 66 telvarar - av teimum seks stórmeistarar. Helgi hevur vunnið á trimum stórmeistarum í hesari kappingini, og ger ivaleyst eitt lop fram á altjóða styrkilistanum, men stórmeistaranormin rakk hann ikki hesaferð.
 
 
Tó at Helgi misti 1. plássið, so kann hann kalla seg Keypmannahavnsmeistara 2012. Hendan tittulin vinnur tann telvarin, ið endar fremstur í hesi kapping og samstundis er limur í KSU (Københavns Skak Union). Helgi endaði fremstur av luttakarunum, ið eru limur í KSU. Stórt tillukku við tí flotta úrslitinum, Helgi!

FM Ung-lið

Liðkapping í talvi fyri skúlaungdóm Sunnudagin 13 mai kl 14 í skúlanum í Kollafirði.    Talva verður í 2 aldursbólkum:    “Yngri bólkur” fevnir um børn í 4 flokki og yngri.  “Eldri bólkur” fevnir um børn í 5 flokki til og við 9 flokki.    Á hvørjum liði eru 4 telvarar. Tó ber til at hava 1 ella 2 skiftistelvarar – t.v.s í mesta lagi 6 á hvørjum liði.    “Yngri bólkur”  telvar uttan umhugsunartíð (klokku) – tó verður klokka nýtt, um hetta verður mett neyðugt til tess at finna eina avgerð. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið.  “Eldri bólkur” telvar við 10 minuttum í part til hvørt talvið.    Seinasta freist at melda til er Hósdagin 10. mai á teldupost-adressu: fjallheim@hotmail.com ella telefon 243637.  Vinarliga upplýsið navn á liði (skúli/felag) og tilskila aldursbólk.  Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu liðunum …

Les meira »