Tað gjørdist ein fínur dagur hjá føroyska talvlandsliðnum í Baku í dag. Eitt stig móti sterka bulgarska liðnum er væl og virðiliga góðkent, og at Helgi Dam Ziska fær remis móti so sterkum telvara sum Topalov, er einki minni enn eitt bragd.
John Rødgård vísti eisini vegin við enn einum lýtaleysum avriki. Remis við svørtum móti sterkum stórmeistara – og kanska stóð John enntá betri? 3. og 4. borð taptu, men serliga Sjúrður spjálkaði væl og leingi, áðrenn hann legði kongin.
Samanumtikið ein sera góður dagur.