Vegna tekniskar trupulleikar hevur heimasídan verid óvirkin seinastu dagarnar.
Haldi okkum til gódar.
TSF
Vegna tekniskar trupulleikar hevur heimasídan verid óvirkin seinastu dagarnar.
Haldi okkum til gódar.
TSF
Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági, leygardagin 02. februar. Telvað verður í talvhølunum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2012/13.
Kappingin byrjar leygardagin 02. februar kl. 10.00. Telvað verða 7 umfør.
Tíðin til alt talvið verður 15. min. í part.
Vinningar: Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3
Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin, 50 fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum.
Tilmelding: Meldið til hjá Torkil Nielsen á tlf. 53 27 00 el faroechess@faroechess.com
Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 01. februar kl. 20.00
Møtið fjølment !
SANDAVÁGS TALVFELAG
Kappingin byrjar fríggjadagin 30. januar, kl. 18.00, tá eitt umfar verður telvað. Leygar- og sunnudagin verður byrjað kl. 10.00 og 15.00.
Tíðin til alt talvið verður 1 ½ tími + 30 sekund fyri hvønn leik.
Vinningar
Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.
Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin, 50 kr unglingar. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 30. januar.
Tilmelding
Smsa luttøku (navn + rating) hjá Talvsambandinum: tlf. 29 50 54 og ella við telduposti til tma@kallnet.fo
Seinasta freist at melda til er hóskvøldið 29. januar kl. 21:00 – tað verður ikki tikið móti tilmelding eftir freistina !
Møtið Fjølment !
Klaksvikar Talvfelag
Talv 1
Hvítur: Skaale, Janus – Føroyar
Svartur: Bajo, Tin – Slovenia
1. e4 e5 2. Nf3 Nc6 3. Bc4 Bc5 Italiensk byrjan. 4. c3 Nf6 5. d4 Eg valdi her at spæla Greco Møller álop ístaðin fyri d3 sum er meiri varið. exd4 6. cxd4 Bb4+ 7. Nc3 Meiri álopskent enn bispin á d2. Nxe4 8. O-O Nxc3 Ikki tann besti leikurin hjá svørtum, vanligi varianturin er: (8… Bxc3 9. d5 Bf6 10. Re1 Ne7 11. Rxe4 d6 12. Bg5 Bxg5 13. Nxg5 h6 14. Qe2 hxg5 15. Re1 Be6 16.dxe6 f6 17. Re3 Kf8 18. Rh3 Rxh3 19. gxh3 g6 20. Qe4 Kg7 21. Qxb7 Qb8 22. Qe4 c6) 9. bxc3 Kann ikki takað aftur, tí: Be7 (9… Bxc3 10. Qb3 Bxa1 11.Bxf7+Kf8 12. Bg5 Ne7 13. Ne5 Bxd4 14. Bg6 d5 15. Qf3+ Bf5 16. Bxf5 Bxe5 17. Be6+ Bf6 18. Bxf6 gxf6 19. Qxf6+ Ke8 20. Qf7#) 10. Re1 Betri hevði verið at flutt d5. d5 11. Bb5 Bd7 Diagram
Feilur, skuldi verði lopin í borg, so var vandin av. 12. Bxc6 Bxc6 13. Ba3 Kd7 14. Rxe7+ Kc8 15. Ne5 Góður leikur, hóttir Rixf7 og styrkir um álopið. Be8 16. Qg4+ f5 17. Qxf5+ Kb8 Stuttlig støða á borðinum, allir mínir menn uttan rókurin á a1 eru í álopið, og hansara standa og gløða á aftastu rekkju.
18. Rxe8 Diagram. The killer move. Hevði hann tikið vid frúnni so hevði eg flutt Rid2+ Kc8 og so Rif6+ og vunni frúnna. Rxe8 19. Nc6+ Tekur hann, kemur Rb1#. Ein fínur siður hjá mær. 1-0
Talv 2
Hvítur: Yijoon, Jung Ivan – Korea
Svartur: Skaale, Janus – Føroyar
1. e4 e5 2. Nf3 Nc6 3. Bb5 Sponsk byrjan a6 Her hótti eg bispin so hann máburtur, ella taka. 4. Ba4 Nf6 5. O-O Bc5 Diagram
Eg dugi ikki spanskt so væl, so hetta er ein stórur feilur sum kostar eina finnu. Eg skuldi heldur havtspælt b5 fyrst, og so bispin út á c5. 6. Bxc6 bxc6 Best hevði helst verið at tykið við d finnuni. 7. Nxe5 Missi finnuna fyri einki, ein sera ring byrjan. O-O 8. d3 Re8 9. Nf3 d6 10. Bg5 Rb8 11. b3 h6 12. Bh4 Bg4 Bindi riddaran. 13.Nbd2 Bb4 Hugsi at taka riddaran á d2, má taka við frúnni og so taka á f3, og geva honum eina dupultfinnu. 14. a3 Bc3 Bíði bara við planinum. 15. Rb1 g5 16. Bg3 Nd7 17. h3 Bh5 18. Qc1 d5 19. b4 a5 20. bxa5 Bxa5 21. Rxb8 Qxb8 22. Qb1 Bxf3 Bíti bara av. 23. Qxb8 Rxb8 24. Nxf3 Rb2 Rókin inn á aðru rekkju. 25. Nd4 dxe4 26. Nxc6 Bb6 27. dxe4 Rxc2 28. Ne7+ Kh7 29. Nd5 Nf8 Koyri riddaran upp á e6. 30. Nxb6 cxb6 31. Rb1 Ra2 Bíti bara av.
32. Rxb6 Diagram. Rxa3 33. Bd6 Ra1+ Skákið. 34. Kh2 Ne6 Og nú kemur riddarin upp á e6. 35. Be5 Ra2 36. Rb2 Bíti ikki av fyri at halda støðuni, fyri at fáa ein javnleik. Ra4 37. f3Ra5 38. Bc3 Rc5= Bjóði remis tí eg haldi at støðan er jøvn, sjálvt um hann hevur eina finnu meir. 39. Rb3 Tekur ikki ímóti. Rc7 40. Ba1 Rc2 Hótti riddarin á f4. 41. Rb2 Rc7 Bíti ikki av. 42. Rb8 Kg6 43. Rg8+ Kh7 Einki farligt. 44. Rh8+ Kg6 45. Be5 Rd7 46. Ra8 Rb7 47. Ra2 Rd7= Bjóði aftur javnt. 48. Kg3 Rb7
49. f4 Diagram Feilur. gxf4+ 50. Bxf4 Ræðuligur leikur, missur ein heilan mann. Sera gott fyri meg. Rb3+ Her bjóðaði hann mær remis, men eg sigi sjálvandi nei. Hann suffar, heldur um høvdi, ristur við høvdinum. Og so flytur hann. 51. Kh2 Kundi ikki flutt kongin á g4, tí so kom h5 skák, og hann hevði mist mannin álíkavæl. Nxf4 52. Ra6+ Ne6 53. Ra7 Rb4 54. h4 Rxe4 55. h5+ Tímdi ikki at bíta finnurnar av. Kg7 56. Ra5 Rg4 57. Kh3 Rg5 Eti finnurnar upp. 58. Rxg5+ Nxg5+ 59. Kh4 Kf6 60. g4 Nh7 61. Kg3 Kg5 62. Kh3 Nf6 63. Kg3 Nxg4 64. Kh3 Kf4
65. Kh4 Diagram. Vónar kanska at eg fari at flyta riddaran á f2 so støðan verður patt. f5 66. Kh3 Ne5 Spæli bara sikkurt og vinnið. 67. Kh4 Ke3 68. Kh3 f4 69. Kg2 Ke2 Eg kláraði at vinna talvið, hóast eg fekk eina ræðuliga byrjan og misti skjótt eina finnu. Men eg vardi meg væl, og til seinast gjørdi hann ein feil, og tá var eg klárur og vann sanførandi. 0-1
Undanfarin ár hevur ein ávísur IM Helgi Dam Ziska verið einaráðandi á økinum,
men hesa ferð var hann staddur uttanlanda í lestrarørindum,so nýggjur meistari skuldi finnast.
Favorittar at vinna kappingina vóru sjálvsagt teir høgt rataðu.
Serliga hjá hægst rataða telvaranum í kappingini, IM John Rødgaard,var eingin slingur í valsinum.
John lat ongan iva vera um síni snartalvsevnir, lá fremstur alla kappingina,
og vann Føroyameistaraheitið trygt við 16½ stigi av 18 møguligum.
Á øðrum plássi kom Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavági við 13½ stigi,
og TSF forsetin Finnbjørn Vang varð nr. 3 við 13 stigum.
Borgar Jónsson Stórá og Rúni Tindskarð Jacobsen vunnu ratingvirðislønirnar,
fyri ávikavist besta úrslit fyri telvarar rataðir millum 1000-1400 og 1401-1800.
Nú bæði barna-, ungdóms-, vikuskiftis- og liðkappingar hava verið nærum hvørt vikuskiftið síðan oktobur mánað,
fara telvarar í tiltrongda vetrarfrí og byrjar kappingarárið aftur 6. januar.
Tá verður 5. umfar í liðkappingini telvað. Hettar kappingarárið sær út til at verða serstakliga spennandi,
tí einans 1½ stig er á muni millum nr. 1 og 4 í 1. deild.
Place Name Feder Rtg Loc Score M-Buch. Buch. Wins Progr. 1 Rødgaard, John 2356 16.5 73.0 94.5 9 83.0 2 Nielsen, Rógvi E. 2181 13.5 71.5 96.0 6 67.5 3 Vang, Finnbjørn 2006 13 70.0 92.5 6 61.0 4 Samuelsen, Carl Eli N. 2171 11.5 73.5 98.0 4 58.0 5-6 Nielsen, Torkil 2085 10.5 70.5 92.5 4 55.5 Andreasen, Jákup á R. 1989 10.5 60.5 77.0 4 51.0 7-10 Nielsen, Høgni E. 2066 9.5 74.0 98.5 3 52.0 Hansen, Herluf 2074 9.5 67.0 83.5 4 47.5 Jacobsen, Rúni T. 1469 9.5 57.0 70.0 4 42.5 Højgaard, Brandur 1651 9.5 55.0 68.5 3 43.0 11 Eyðsteinsson, Silas 1597 8.5 64.0 85.0 3 43.0 12-14 Jacobsen, Heiðrikur T. 1817 8 71.0 93.5 3 42.5 Justinussen, Sigurð B. 1890 8 64.5 78.0 4 48.5 Stórá, Borgar J. 1282 8 51.5 61.0 3 36.0 15 Larsen, Finn W. 1256 6 52.0 65.0 1 23.0 16 Larsen, Eli W. 1385 5.5 56.0 66.5 3 31.5 17 Skaale, Janus 1220 4.5 56.5 67.0 1 24.5 18 Welby, Kevin J. 1000 0 56.0 71.0 0 0.0
Í A-bólkinum gjørdi Heiðrikur T. Jacobsen úr Havnar Telvingarfelag bart, vann øll talvini og fekk 6 stig.
Næstur honum gjørdist Rúni Vørmadal úr Vestmanna Talvfelag við 3½ stigi. Á 3. plássi kom Karl Marius Dahl úr Klaksvíkar Talvfelag við 2½ stigi.
Størsti spenningurin í bólkinum var um 2. plássið, har Karl Marius í síðsta umfarinum møtti Rúna. Karl Marius kundi við einum sigri fáa umdyst,
men Rúni telvaði væl og gav Karl Marius javnleik í einari betri støðu.
B-bólkurin gjørdist ongantíð nakað serliga spennandi. Høgni Egilstoft Nielsen Sandavágs Talvfelag vann sannførandi øll talvini,
og kappingina um annað plássið vann Rúni Tindskarð Jacobsen Havnar Telvingarfelag móti Alfred Olsen Vestmanna Talvfelag.
C-bólkurin var ein reinur gysari og mátti enntá sudden-death takast í brúk.
Silas Eyðsteinsson Sandavágs Talvfelag og Eli W. Finnson Havnar Telvingarfelag endaðu báðir á 3 stigum, tá ið vanligu talvini vóru liðug.
Fyrst telvaðu teir 2 kvik-talv á 15 min hvør, men Eli vann fyrra og Silas seinna. Síðani tvey snartalv, men her vann Silas fyrra og Eli seinna.
Til endans fekk hvítur 6 minuttir á klokkuna, meðan svartur fekk 5 minuttir. Afturfyri skuldi hvítur vinna. Eli fekk við lutakasti hvíta fólkið og legði harðligani fyri, fekk fyrimun og trýsti støðuna hjá Silasi øgiligt. Men við at halda høvdið kalt, og flyta skjótari enn snarljósið, fekk Silas forpurrað øllum og vann enntá talvið. Við sigrinum vann Silas sostatt bólkin, meðan Eli varð nr. 2 og Hanna Ó. Jacobsen nr. 3.
D-bólkurin var sera spennandi, her skuldi eisini umdystur til.
Nýheimkomin úr HM fyri ungdómar í bólkinum U12, lat Janus Skaale úr Klaksvíkar Talvfelag tó ongan iva vera um 1. plássið.
Hann vann bólkin trygt við 5 av 6 stigum. Á øðrum plássi endaðu Ragnar Weihe Sandavágs Talvfelag og Bjarki Bertholdsen Klaksvíkar Talvfelag.
Teir fingu báðir 3½ stig og mátti tí út í 2 kviktalv. Í tí fyrra talvinum vann Ragnar við svarta fólkinum móti einum heldur nervøsum Bjarka.
Í tí seinna talvinum var tað hinvegin nervarnir hjá Ragnar, ið gingu fyri. Í einari betri støðu misti Ragnar mitt í tí heila ein heilan rók,
men fekk tó bjargað sær so mikið av mótspæli, at Bjarki misti tráðin og tapti.
Sostatt gjørdist endaliga støðan hendan: Janus nr 1, Ragnar nr. 2 og Bjarki nr. 3.
E-bólkurin fylgdi andanum av C- og D-bólkunum, eisini her mátti umdystur avgera endaligu plaseringarnar.
Leif Reinert Fjallheim úr Havnar Telvingarfelag og Jón í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag fingu báðir 4 stig.
Í umdystinum komu royndirnar hjá Leif væl við, og vann hann bæði talvini.
Leif vann tískil bólkin, Jón gjørdist nr. 2 og á triðja plássi kom Rógvi Mørkøre úr Kollafirði, ið hevði eina fína kapping.
Vinnararnir og allir telvararnir á 2. plássi vunnu sær rættindi at luttaka í Norðurlandameistaraheitinum í skúlatelving,
sum verður telvað í Íslandi 7-11 februar 2013.
NM-hópurin:
A-bólkur: Heiðrikur Tindskarð Jacobsen og Rúni Vørmadal
B-bólkur: Høgni Egilstoft Nielsen og Rúni Tindskarð Jacobsen
C-bólkur: Silas Eyðsteinsson og Eli W. Finnson
D-bólkur: Janus Skaale og Ragnar Weihe
E-bólkur: Leif Reinert Fjallheim og Jón í Horni Nielsen
Hjartaliga til lukku og góðan byr framyvir !
Les ella downloada her:
Brot úr ferðafrásøgnini:
(eg eri fyrireikaður uppá, at hon ikki hevði ánilsi av, hvar Føroyar er) OOOHHH I have been dreaming af coming to the Faroes for á long time. Eg gjørdist sera bilsin, og tá eg spyrji um orsøkina, sigur hon mær, at hon er von at koma á matstovu á Manhattan (havi tíverri gloymt navnið) og har bílegði hon altíð føroyskan royktan laks, og hetta var, eftir hennara tykki, besti fiskur í heiminum. Stikk denn.
Tá inferniski larmurin var upp á sítt mesta, trein breiður og brúnasíður maður av sibiriskari ætt upp á pallin, hetta var "the Chief Arbiter" himself, ikki heilt ólíkur einum av Klitschko brøðrunum, og kunngjørdi við torurødd….
Kappingin um FM-heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:
A – bólkur: Telvarar føddir 1993-95 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1996-97 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 1998-99 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 2000-01 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2002 og seinni. (10 ár og yngri)
Finalan verður í "Kollafjarðar Skúli" leygardagin 24 novembur 2012 kl. 10.00 (fyriskipari Talvsamband Føroya).
Leiktíðin verður 1 tíma til alt talvið. Umførini verða løgd eftir luttøkuni fríggjakvøldið.
Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøld 23. novembur 2012 kl. 18.00.
Meldið til á faroechess@faroechess.com ella smsa 22 14 22 – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.
Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – og hesar kunnu ikki tillagast.
TALVSAMBAND FØROYA
Kappingin um FM-heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:
A – bólkur: Telvarar føddir 1993-95 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1996-97 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 1998-99 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 2000-01 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2002 og seinni. (10 ár og yngri)
Finalan verður í "Kollafjarðar Skúli" leygardagin 24 novembur 2012 kl. 10.00 (fyriskipari Talvsamband Føroya).
Leiktíðin verður 1 tíma til alt talvið. Umførini verða løgd eftir luttøkuni fríggjakvøldið.
Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøld 23. novembur 2012 kl. 18.00.
Meldið til á faroechess@faroechess.com ella smsa 22 14 22 – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.
Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – og hesar kunnu ikki tillagast.
TALVSAMBAND FØROYA
Endaliga støðan fyri teir ymisku bólkarnar sæst í talvunum niðanfyri:
Bólkur C: Leikarar frá 1998 og 1999 | |||||
Nummar | Navn | Stig | Berg. | Vunnin | |
1 | Eyðsteinsson, Silas | 7 | 21.00 | 7 | |
2 | Finnsson, Eli W. | 6 | 15.00 | 6 | |
3 | Jacobsen, Hanna Ó. | 4 | 9.00 | 4 | |
4-5 | Johansen, Fróði | 3.5 | 5.75 | 3 | |
Joensen, Jákup Fríðrik | 3.5 | 5.75 | 3 | ||
6 | Williamsson, Tórur | 2 | 5.00 | 2 | |
7-8 | Petersen, Signar | 1 | 2.00 | 1 | |
Í Húsinum, Karstin | 1 | 1.00 | 1 | ||
Bólkur E: Leikarar frá 2002 og yngri | |||||
Nummar | Navn | Stig | Berg. | Vunnin | |
Skaale, Janus | 2.5 | 2.25 | 2 | ||
1-2 | Fjallheim, Áron Reinert | 2.5 | 2.25 | 2 | |
Skaale, Janus | 2.5 | 2.25 | 2 | ||
3 | Bertholdsen, Bjarki | 1 | 0.00 | 1 | |
4 | Weihe, Ragnar | 0 | 0.00 | 0 | |
Bólkur E: Leikarar frá 2002 og yngri | |||||
Nummar | Navn | Stig | Berg. | Vunnin | |
1 | Fjallheim, Leif Reinert | 5 | 10.00 | 5 | |
2-4 | Nielsen, Jón í Horni | 3 | 4.00 | 3 | |
Fjallheim, Benjamin Reinert | 3 | 4.00 | 3 | ||
Mørkøre, Rógvi | 3 | 4.00 | 3 | ||
5 | Jacobsen, Mikkjal A. | 1 | 0.00 | 1 | |
6 | Weihe, Trygvi | 0 | 0.00 | 0 |
![if>
![if>
![if>
![if>