Eyðun helt fast um oddin í einum longum talvi móti Herlufi, har hann í roynd og veru mátti vinna talvið tvær ferðir. Frá byrjan av útviklaði talvið seg til ein tema dyst millum hvítt bispa par og svarta riddara duo. Herluf bjóðaði sum hvítur Eyðuni alt ov lítið av, og hippofila strategi’in hjá Eyðun kom tískil so ruddiliga at skapa ein fullkomnan dominans á borðinum.
Men tá Eyðun í 37. leiki býtti monsturriddaran á f4 av við bleika bispin á d3 tveitti hann í veruleikanum sín vinnandi fyrimun fyri borð. Eftir tað var støðan leingi jøvn, men tá Herluf til seinast ikki fann røttu verjuressursirnar, avgjørdi Eyðun talvið við sínum finnumajoriteti frúgvamegin.
Hesin poleposition sigurin var kærkomin hjá Eyðuni, tí tað vísti seg skjótt, at forfylgjandi havnarmennirnir so avgjørt ikki høvdu friðarligar ætlanir.
Tað vísti Olaf í sínum effektiva press sigri á Høgna. Í roynd og veru kom Høgni ongantíð fyri seg í hesum talvinum. Riddararnir vórðu planleyst fluttir aftur og fram, meðan bisparnir hjá Olafi styrknaðu leik fyri leik.
Undir ógvusligum pressi var Høgni noyddur at ofra ein kvalitet, og tá Olaf stutt eftir spottaði eitt fikst frúgvaoffur, hevði Høgni fingið nóg mikið hetta umfarið. Jú, Olaf er alvorliga við aftur eftir tapið í 3. umfari.
Hin havnarmaðurin í oddinum kom út í drekan móti Finnbjørn. At Martin var krígssinnaður sást tíðliga við tí rættuliga djarva kongaálopinum, hann setti í gongd, uttan av hava tryggja sín egna kong. Tað eydnaðist Martini at trýsta hin altíð taktiska Finnbjørn í verjustøðu, og tá Finnbjørn í eini kompliseraðari støðu flutti 30.g3, og fylgdi upp við 31.Rf5, skolaði álopið hjá Martin ígjøgnum.
Kenni eg Finnbjørn rætt, so hevði tað verið meiri í hansara stíli at spælt t.d. 14.e5 (í staðin fyri stutt borg), dxe5 15.0-0-0 við dynamiskum møguleikum til báðar partar.
Eftir fatala bukkin í fyrsta umfari, er Ólavur Simonsen back! Í dagsins einasta miniature talvi (stytri enn 20 leikir), revsaði hann eitt minni ævintýr hjá Hanusi náðileyst. Eitt sindur óskiljandi offraði Hanus bispin á g5 fyri tríggjar finnur. Vanligvís er tað ein OK uppgerð, men als ikki móti Ólavi, sum læsti og sløkti talvið eftir einans 17. leikir. Sum Jákup Hendriksen, sáli, vildi sagt: brutalt, tú!
Talvið millum Carl Eli og Hans Kristian byrjaði sum ein fransmaður, og endaði í totalum kaos, sum teir báðir leingi megnaðu at halda skil á:) Tí bleiv tað til eina kapptelving á eini knívsegg, har tað als ikki var pláss fyri tí minsta feilinum. Hann gjørdi HKS í 34. leiki, tá hann ikki tók riddaran á c7. Í staðin valdi hann eitt sindur óskiljandi 34…Ria4 (en springer på randen er en springer på spanden). Svarið hjá Carl Eli var sjálvandi 35.Rixe6 við greiðum fyrimuni, og tá HKS tá svaraði við 35…Ke7 í staðin fyri 35…Ke8 og enn tá flutti rókin á g5 leikin eftir, hevði Carl Eli eitt fikst rókaoffur í ermuni, og sólin setti yvir hetta umfarið hjá Hans Kristian.
Í dagsins umfari hava favorittarnir Eyðun, Olaf og Martin allir hvítt. Koma teir at halda skansan ella vilja eltararnir á næstu plássunum tað annarleiðis?
Livst so spyrst!
{jcomments on}