Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 14)

Seinastu Tíðindini

Talvkapping fyri børn og ung, sunnudagin 21. januar

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 21. januar kl. 14 í Gula skúla (Tórshavn).
Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. Telvað verður í 5 aldursbólkum:
• 2 flokkur og yngri
• 3 og 4 flokk
• 5 og 6 flokk
• 7 og 8 flokk
• 9 flokk og 10 flokk
Les meira »

ST-Open 2018

Fyrsta open kapping, í hesum kappingarárinum, verður í Sandavági í vikuskiftinum.

Les meira »

Helgi aftur snarmeistari

Helgi Dam Ziska vann í dag FM-heitið í snartalvi fyri trettandu ferð. Helgi hevur vunnið kappingina hvørt ár í eitt koyr síðan hann vann sítt fyrsta FM-heiti í 2004 sum 13 ára gamal – undantikið er árið 2012, tá ið hann ikki luttók. Les meira »

FM í snartalv

Føroyameistaraheitið í snartalv verður leygardagin 30. Desembur kl 14.00.

Kappingin verður skipað við 9 dupult-umførum og umhugsunnartíðin 3 min + 2 sek /leik.

Virðislønir eru til 1 – 3 umframt ratingvirðislønir. Við javnstøðu á 1. plássinum, verður umdystur á 2x 3 +2 og síðani sudden death. Aðrar plaseringar verða roknaðar við korrektión.

Telvað verður í Havnar Telvingarfelag (R. C. Effersøesgøta).

Luttøkugjald: 100 kr. fyri vaksin, unglingar 50 kr. Verður goldið á staðnum.

Vinarliga møt í góðari tíð, kappingin byrjar kl. 14!

Tilmelding i seinasta lagi fríggjadagin 29 des. kl. 18.00 á:

faroechess@faroechess.com ella smsa til 22 14 22, navn + rating og føðidato.

Havnar Telvingarfelag

Streymur-Kvik 2017

Leygardagin 9. desember verður á fyrsta sinni skipað fyri talvkapping í ítróttarhúsinum við Margáir í Streymnesi. Kappingin er partur av Grand Prix kappingunum hjá TSF, har øll eru vælkomin at luttaka. Bæði roynd og óroynd.

Undir kappingini verður møguligt at keypa nýggju bókina “Í framlopi”, sum er um leiðina hjá Helga Dam Ziska til stórmeistaraheitið.

Les meira »

Bók um okkara stórmeistara

Forlagið Sprotin gevur í hesum døgum út bók um Helga Dam Ziska. Suni Merkistein hevur skrivað bókina í samstarvi við Helga sjálvan.

Helgi hevur sett viðmerkingar til fleiri av týdningarmestu talvunum í tíðarskeiðnum frá 2003 til 2016, og lýsir sjálvur fleiri av avgerandi løtunum í stremban síni at gerast stórmeistari. Vinfólk, telvarar og onnur hava skrivað vangamynd av Helga. Eisini eru nógvar myndir at síggja.

Bókin er 225 síður til longdar og kostar 348 kr. í bókabúðunum.

Á heimasíðu Sprotans stendur so um nýggju bókina:

Helgi Dam Ziska – leiðin til stórmeistaraheitið

12. september í 2016 fingu Føroyar fyrsta stórmeistaran í talvi.

Til fyri fáum árum síðani var tað ein fjarur tanki. Talan er um veruligt frambrot í føroyskari telving – og í øllum føroyskum framburðsstrevi fyri alt tað.

Helgi hevur ikki havt annan sterkan telvara ella venjara her á landi at styðja seg til, men er farin einsamallur eftir illgongdari gøtu fram at gylta málinum, ið hann stundaði á at røkka. Slíkt gerst ikki uttan stálsettan vilja, miðvísa langtíðarætlan og gávurnar at hugsavna seg um dýpdirnar í spælinum.

Í bókini fáa vit søguna um Helga Dam Ziska og drúgvu stremban hansara at vinna upp á hægstu tindar á talvparnassinum. Vit fylgja unga havnardreinginum, sum støðugt setur sær nýggj mál, so hvørt sum hann útinnir stigvísa setningin. Hann helmar ikki í, tó at vónbrot og mótrák leggja honum meinbogar í vegin. Tólv ár eftir, at hann sum nýkosin unglingaføroyameistari avdúkaði, at hann ætlaði at gerast stórmeistari í talvi, gongur alt upp í eina hægri eind ein septemberdag yviri í Baku.

hdz_bok

Runavík Open: Nikita Maiorov sigraði

32 ára gamli stórmeistarin Nikita Maiorov úr Hvítarusslandi vann sannførandi aðru altjóða almennu talvkappingina í Runavík, sum endaði í dag. Javnleikur í dag móti russiska spaniólanum Oleg Korneev tryggjaði Maiorov sigurin í Runavík Open 2017.

Maiorov endaði einsamallur á odda við 7½ stigi fyri níggju umfør – eitt heilt stig frammanfyri fýra aðrar, sum gjørdust javnir á øðrum plássi. Maiorov var ósigraður í Runavík; vann seks talv og telvaði trý jøvn. Maiorov gongur tjúgu ratingstig fram eftir góða úrslitið í Føroyum, og vinnur seg upp á styrkitalið 2540 – tíggju stig lægri enn Helgi Dam Ziska.

Hvítarussland er sum øll onnur lond, ið sprottin eru úr fyrrverandi Sovjettsamveldinum, eitt land við sterkari talvsiðvenju. Nikita Maiorov er í løtuni nummar níggju í yvirlitinum yvir bestu telvarar í heimlandinum, og hevur tí ikki umboðað Hvítarussland á nakrari talvolympiadu.

Javnir á øðrum plássi í Runavík gjørdust Srinathan Narayanan úr India, Oleg Korneev úr Spania, Igor Khenkin úr Týsklandi, Yi Xu úr Kina og tann einans 13 ára gamli Sarin Nihal úr India. Les meira »

Runavík Open: Seinastu leikirnir

Onnur altjóða talvkappingin í Løkshøll í Runavík endar í dag. Hvítarussiski stórmeistarin Nikita Maiorov stendur til at vinna kappingina. Hann er í løtuni heilt stig undan fremstu kappingarneytunum, og stendur seg tí við javnleiki í dag. Hann sleppur kortini ikki spælandi til sigurin, tí mótstøðumaður hansara í dag er Oleg Korneev, russi av uppruna, men búsitandi og umboðandi Spania. Korneev hevur hægri styrkital enn Maiorov. Les meira »

Runavík Open: Langur leygardagur í Løkshøll

Nú líður væl í altjóða talvkappingini Runavík Open. Tvinni umfør eru í dag, og í morgin verður seinasta umfarið.

Í morgun var farið undir sjeynda umfar. Gudmundur Kjartansson úr Íslandi, sum vann kappingina í fjør, hevur nú lagt seg fram í oddan. Hann vann í gjár á Vladimir Hamitevici úr Moldova, og er nú sjálvurannar fremstur í kappingini. Hann situr nú í búnum talvi móti hinum oddafiskinum, ukrainska stórmeistaranum Nikita Maiorov, sum í gjár vann oddadystin móti Srinath Narayanan úr India. Les meira »

Runavík Open: John er álitið

Tann elsti av føroysku telvarunum í altjóða kappingini Runavík Open, John Rødgård, er tann, sum stendur seg best av okkara fólki. John, sum nú er 62 ára gamal, er framvegis ósigraður í kappingini. Í gjár vann hann á russiska stórmeistaranum Evgenij Gleizerov, sum er omanfyri 2500 í rating. John hevur 3½ stig eftir fimm umfør og er nummar trettan í røðini av teimum 59 telvarunum í kappingini. Í dag telvar John móti indiska stórmeistaranum, Deep Sengupta, sum við sínum 2587 í rating hevur hægsta styrkitalið í kappingini.  Les meira »