Allir bólkar telva soleiðis:
Leygardagur 19. mars kl. 14.00
Sunnudagur 20. mars kl. 14.00
Mánadagur 21. mars kl. 17.00
Týsdagur 22. mars kl. 17.00
Mikudagur 23. mars kl. 10.00
Mikudagur 23. mars kl. 17.00
Hósdagur 24. mars kl. 14.00
Fríggjadagur 25. mars kl. 14.00
Leygardagur 26. mars kl. 11.00
Telvað verða 9. umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni.
Frá fyrsta leiki verða 30 sek. løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.
Teir hægst rataðu (Elo-tal verður brúkt) luttakararnir telva í Landsliðsbólkinum um Føroya Meistaraheitið í Talvi 2016.
Næstu telvararnir mynda 1. Bólk og Almenna bólkin. Unglingar telva um FM-heitið fyri unglingar.
Í Almenna- og Unglinga bólkinum er møguligt at fáa eitt frí-umfar, ið gevur ½ stig. Hetta er bert møguligt í 1-7 umfari. Um telvari ynskir at fáa eitt frí-umfar, skal sigast frá í seinasta lagi hósdagin 17. mars.
Dómari: IA Mogens Nielsen
Luttøkugjald
Luttøkugjaldið er kr. 300,- fyri allar vaksnar luttakarar. Luttakarar í unglingabólkinum gjalda kr. 100,-. Heiðurslimir luttaka ókeypis.
Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto 6460 – 4634499 hjá Sandavágs Talvfelag,
í seinasta lagi mánadagin 14. mars ! Við tilmelding skal upplýsast: FM 2016, navn og bólkur.
Møguligir spurningar kunnu setast á tef. nr. 532700 ella teldupostadressu: kappingarleidarin@faroechess.com
Vinningar
Landsliðsbólkur: nr. 1 – Kr. 5.000, nr. 2 – Kr. 3.000, nr. 3 – Kr. 2.000
1. Bólkur: nr. 1 – Kr. 2.000, nr. 2 – Kr. 1.500, nr. 3 – Kr. 1000
Almennur bólkur: nr. 1 – Kr. 1.500, nr. 2 – Kr. 1000, nr. 3 – Kr. 500
Unglingar: nr. 1 – Kr. 1500, nr. 2 – Kr. 1000, nr. 3 – Kr. 500.
Steyp verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum. Korrektión verður nýtt við javnstøðu.
Vakurleikasteyp verður latið besta talvi.
Um FM heitið í Landsliðsbólkinum og unglingum, verður umdystur telvaður beint eftir síðsta umfar, eftir nærri kunngjørdum treytum.
Í aðrar mátar verður korrektión nýtt.
Við Talvkvøðu Sandavágs Talvfelag