Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 45)

Seinastu Tíðindini

Steypakapping, Ársins Telvari og Ársins Stjørnuskot 2012

 

Teir fyrstu leikirnir vórðu leiktir stutt eftir kl. 11 leygarmorgunin. Telvað varð dupultumfar, øll lið møttust tvær ferðir, og eftir 6 umfør var ein steðgur, har góður matur matur var at fáa. Eftir seinasta umfar var aftur ein góður nátturabiti at fáa, og enda var við heiðursmerkjahandan til bestu liðini og Ársins Telvara og Stjørnuskot.

Klaksvíkar Talvfelag 1 lá fremst líka frá 1. umfari og vann allar dystirnar. Seinastu tvey umførini møttust Klaksvík og Sandavágur, ið lá 2 stig aftanfyri. Rógvi E. Nielsen, ið sat á 1. borði hjá sandavágsmonnum mátti rýma áðrenn hesi umførini, tí hann fór til Klaksvíkar at leika við 07 Vestur móti KÍ, og har bragdaði betri (har vóru teir aftanfyri, men vunnu kortini dystin). Feðgin og gamli føroyameistarin, Torkil Nielsen, ið ikki kundi vera við til tey fyrru umførini, kom í hansara stað, men hóast hetta, so vunnu klaksvíksingar stórsigur, 9-3 móti sandavágsmonnum, og lótu harvið ongan iva vera um, at steypið ikki skuldi ígjøgnum Norðoyatunnilin, og endaði tí í Klaksvík. Havnar Telvingarfelag endaði á einum tryggum 3. plássi.

 

Sum vanligt hevur verið seinastu árini, skuldu Ársins Telvari og Ársins Stjørnuskot eisini avdúkast eftir steypakappingina. Av tí at fleiri telvarar hava skarað framúr í ár, var ringt at taka dagar ímillum hvørjir hava verið bestir. Tískil var avgjørt, at allir telvarirnir, ið luttóku í steypakappingini, kundu atkvøða fyri Ársins Telvara og Størjnuskotið.

Uppteljingin av Ársins Telvara var sera tøtt, og endin varð at Rógvi E. Nielsen úr Sandavági, ið hevur tikið seg sera nógv fram í ár, farin nógv fram í rating og vann Føroyameistaraheitið, vann við tveimum atkvøðum frammanfyri havnamannin Helga D. Ziska, ið støðugt far góð úrslit, og fyri stuttum var nær við at vinna eina stórmeistarakapping og ein GM-norm.

Somuleiðis vóru einans tvær atkvøður ímillum havnamannin Rúna T. Jacobsen, ið gjørdist Unglingaføroyameistari við fullum stigatali, og toftamannin Andrias Danielsen, ið flott vann Almenna bólkin á páskum.

 

Samanumtikið var talan um ein sera góðan talvdag, og góður endi á talvárinum 2011/12. Og hjartaliga tillukku til Rógva E. Nielsen, Rúna T. Jacobsen og Klaksvíkar Talvfelag!

 

Endaliga støð an í steypakappingini:

 

Steypakappingin 2012 1 2 3 4 5 Stig Nr.
Klaksvíkar Talvfelag 1 11½6 5 11½4 312 92 51½ 1
Sandavágs Talvfelag 5 410 123 116 13 43½ 2
Klaksvíkar Talvfelag 2 4 06 20 01 5 4 6
Tofta Talvfelag 3 22 1½ 45 64 20 5
Havnar Telvingarfelag 2 1 6 48 10½3 37 3
Kollfjarðar Talvfelag 1½ 312 5 21 84 24 4

 

Fleiri myndir eru at síggja undir leinkjuni "Myndasavn"

 

 

 

FM Ung-lið

Liðkapping í talvi fyri skúlaungdóm Sunnudagin 13 mai kl 14 í skúlanum í Kollafirði. 

 

Talva verður í 2 aldursbólkum: 

 

Yngri bólkur” fevnir um børn í 4 flokki og yngri. 

Eldri bólkur fevnir um børn í 5 flokki til og við 9 flokki. 

 

Á hvørjum liði eru 4 telvarar. Tó ber til at hava 1 ella 2 skiftistelvarar – t.v.s í mesta lagi 6 á hvørjum liði. 

 

Yngri bólkur”  telvar uttan umhugsunartíð (klokku) – tó verður klokka nýtt, um hetta verður mett neyðugt til tess at finna eina avgerð. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið. 

Eldri bólkurtelvar við 10 minuttum í part til hvørt talvið.  

 Seinasta freist at melda til er Hósdagin 10. mai á teldupost-adressu: fjallheim@hotmail.com ella telefon 243637. 

Vinarliga upplýsið navn á liði (skúli/felag) og tilskila aldursbólk. 

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu liðunum í hvørjum aldursbólki. Harumframt fáa øll eitthvørt fyri luttøkuna.  

Kappingarnar eru fyri allar áhugaðar talvungdómar – royndar, minni royndar og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði – tað er ikki at halda seg aftur ! 

 

Eru spurningar ella ivamál, set teg í samband við okkum (sí omanfyri). 

 

Vegna Talvsamband Føroya 

Elmar Reinert Fjallheim 

Liljan Dam Jacobsen

Topalov telvar simultan í SMS 1 mei !

Stórtíðindi: Talvstjørna til Føroya !

Fyrrverandi heimsmeistarin og ein av mætastu telvarunum í nýggjari tíð, GM Veselin Topalov, vitjar í Føroyum 1. mei.

 

 

Klokkan 15 telvar hann tvey snartalv ímóti IM Helga Dam Ziska í hølum Havnar Telvingarfelags, og klokkan 16 verður simultantelving á Torginum í SMS, har ein samansjóðing av evnaríkum unglingum og eldri telvarum sleppur at royna seg ímóti bulgarsku heimsstjørnuni. Øll eru sjálvsagt vælkomin til tiltøkini.

Topalov, føddur 1975, gjørdist heimsmeistari í 2005, eftir at hava kveistrað alla mótstøðu til viks í HM-kappingini í San Luis við 10 stigum av 14 møguligum, hálvtannað stig framman fyri nærmastu avbjóðararnar. Topalov misti HM-heitið í dysti ímóti Vladimir Kramnik árið eftir, men hevur síðani javnan ligið ovastur á styrkilistanum hjá FIDE. Topalov er ein av seks telvarum, sum hava megnað at vunnið seg upp um 2800 ratingstig, og so seint sum í mei 2010 ljóðaði styrkitalið á heili 2812. Í løtuni stendur hann við 2752 ratingstigum.

Við á ferðini til Føroyar er eisini Silvio Danilov, umboðsmaður hjá Topalov og núverandi forseti í ECU – Evropeiska Talvsambandinum.
Áðrenn orrustuna í SMS fara teir báðir at vitja ymsa staðni og tosa um teirra royndir við talvi.

 

Talvsamband Føroya

FM lið Havnin Føroyameistarar

Havnar Telvingarfelag vann FM fyri lið í 1. Deild – Hjartaliga til lukku !

Jóanis Nielsen hevur lagt støður og myndir frá FM-endabrestinum út á heimasíðuna hjá sær. Greinarnar kunnu síggjast á:

 

www.joanisnielsen.fo

 

Myndirnar hevur Finn Larsen tikið 🙂

FM fyri gentur 2012

Genturnar vórðu bólkaðar í tveir bólkar og telvaðu síðani móti øllum. Í eldra bólkinum var Hanna mettur favorittur frammanundan, meðan yngri bólkurin var púra opin.

Hanna livdi upp til favoritleiklutin og lat ongan iva vera um úrslitið. Hon vann trygt øll talvini og gjørdist tí Føroyameistari fyri gentur í 2012. Nr. 2 gjørdist Zoe og Súsanna bleiv nr. 3.

Yngri bólkurin var sera spennandi og javnur. Tá samanumkom, endaðu Angela og Hjørdis Maria á 1. plássi, meðan Dania og Ronja lógu beint eftir.

 

Karmarnir vóru enn eina ferð av teimum bestu í Kollafjarðar Skúla og primus motor er framvegis Kári Durhuus, sum hesa ferð fekk hjálp frá einastu kvinnuni í TSF Liljan Jacobsen, meðan Elmar R. Fjallheim var dómari.

 

Hjartaliga til lukku við Føroyameistaraheitinum !

FM fyri gentur 2012

Umhugsunartíðin 15 minuttir til hvønn telvara, hvørt umfar. 

Telvað verður í opnum bólki

Luttøkugjald

Tað er ókeypis at luttaka

Tilmelding

Luttakarar kunnu melda seg til við at senda teldupost til faroechess@faroechess.com ella smsa til 21 99 19.

Upplýsið navn og rating

Meldið luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 24. februar kl. 19.00.

Vinningar

Steyp verða latin nr. 1,2 og 3.

Harafturat er FM-kappingin vegleiðandi úttøkukapping til NM fyri gentur.

Við talvkvøðu

TALVSAMBAND FØROYA

NM Ungdóm: Frásøgn 6. umfar

 

A-bólkurin

Philp Lindgren (2166) – Rógvi E. Nielsen (2137): 1-0

Rógvi telvaði tíverri ikki á støði við tað, vit hava sæð frá honum fyrr í kappingini. Hann gloymdi útviklingina og lat kongin standa ov leingi á miðlinjuni og varð revsaður. Finnurnar ruku ein og tvær, og so var lítið, Rógvi kundi gera. Tað var ein keðiligur endi á eina annars sera góða kapping, men tað skal havast í huga, at tað er trupult at telva sítt besta í slíkari støðu, tá ein hevur mist eitt púra óneyðugt stig talvið frammanundan. Rógvi endaði á 4. plássi við 3½ stigi.

Heiðrikur T. Jacobsen (1899) – Henri Torkkola (2046): ½-½

Tað var ein heldur óvanligur variantur av benoni, har hvíta støðan tóktiskt nakað leys, men Heiðrikur varðveitti javnvágina við kreativum spæli. Hann var ongantíð í vanda ímóti hægrirataða finnanum; heldur umvent. Heiðrikur vann eina finnu í riddaraendtalvinum, men tað var trupult at fáa nakað ítøkiligt burtur úr fyrimuninum, og telvararnir tóku javnt. Enn eitt fínt úrslit hjá Heiðriki, sum fekk 1½ stig í kappingini. Hann var væl við øll talvini, og ofta manglaði lítið í, at meira kom burturúr.

 

B-bólkurin

Rúni T. Jacobsen (1478) – Stian Johansen (1990): 0-1

Rúni kom illa fyri tíðliga í talvinum sum hvítur ímóti einari byrjan, sum mótstøðumaðurin tíðiliga kendi væl. Hvítu finnurnar komu ov langt fram, og tað varð revsað. Rúni, sum var væl lægst styrkismettur í bólkinum, fekk 1 stig í kappingini. Støðurnar vóru til meira, men sigurin, hann fekk, var so eisini av heilt góða slagnum.

 

C-bólkurin

Høgni E. Nielsen (1978) – Jens Albert Ramsdal (1862): 1-0

Mótstøðumaðurin leikti ov varið, og so kundi Høgni seta fólkið í álopsstøðu. Danin megnaði ikki at verja fyri, og so breyt Høgni ígjøgnum við einum knúsandi offri. 4½ stig og 2. pláss til Høgna, sum telvaði sannførandi allan vegin. Tað kundi verið til meira í onkrum talvinum, men eisini til minni, so alt í alt á góðari leið.

Silas Eyðsteinsson (1763) – Gustav Halvarsson (1432): 1-0

Silas kom heilt væl frá byrjan, men fór við skeivum riddara niðan brekkuna (hin riddaraleikurin hevði givið greiðan fyrimun). Eftir eitt sindur av ping-pong kom Silas í verjustøðu. Mótstøðumaðurin offraði mann, og tað sá hættisligt út ta einu løtuna, men Silas fann allar teir røttu leikirnar. Álopið fánaði so hvørt, og so vísti maðurin sítt virði. 3 stig og 50% til Silas, sum vísti gott byrjanarspæl og telvaði væl upp ímóti báðum teimum, sum deildu fyrstaplássið við Høgna.

 

D-bólkurin

Eli W. Finnson (1334) – Teemu Virtanen (1796): 0-1

Eli telvaði ágangandi og stóð væl eftir fyrstu leikirnar. Hann gloymdi tó at fáa fólkið við, og finnurnar, sum vórðu tveittar niðan brekkuna, gjørdust veikar. So gekk tíverri skjótt tann skeiva vegin. Eli fekk 1 stig í kappingini, men støðurnar vóru sum vera mann til meira – eitt nú í 3. umfari, tá tað var líka við og næstan.

Bjarni Brimnes (1000) – Kunal Bhatnagar (1813): +-

Mótstøðumaðurin hjá Bjarna hevði undan umfarinum tikið seg úr kappingini vegna sjúku, og so kom Bjarni á talvuna. Bjarni, sum tók lut í NM á fyrsta sinni, var styrkismettur meira enn 400 ratingstig undir lægstu útlendsku telvararunum, og vit vistu, at tað fór at verða trupult. Hann tók tó ferð eftir ferð venjaran á bóli við umhugsnum og skilagóðum spæli. Góðu støðurnar vóru fleiri í tali, og við eitt sindur fleiri royndum hevði onkur teirra óviað verið til stig.

 

E-bólkurin

Ragnar Weihe (1047) – Nansy Davidsdóttir (1301): 0-1

Ragnar telvaði byrjanarspælið fínt sum hvítur ímóti sisilionskum, men flutti so ein ov bráan leik og misti mann. Ein óskettin leikur afturat kostaði mann nummar 2, og so var einki at gera. ½ stig til Ragnar í kappingini. Ragnar hevði fleiri lovandi støður (ikki minst ímóti norðmanninum í 2. umfari), og hevði hann sitið fastari á fingrunum, var onkur sigurin eisini komin í hús. Kortini væl avrikað av Ragnari, sum eins og Bjarni er nýggjur í NM-høpi.

Janus Skaale (1180) – Andreas Garberg Tryggestad (1819): ½-½

Vit høvdu undan síðsta umfarinum tosað um at bjóða javnt tíðliga í talvinum ímóti krútsterka norðmanninum, sum hevði nokk við hálvum stigi fyri at tryggja sær fyrstapláss í kappingini. Janus kom tó á aðrar tankar undir talvinum og gjørdi av at telva. Støðan var tó allatíð í javnvág, og tá mótstøðumaðurin bjóðaði remis í fullkomiliga symmetriskari støðu, gjørdi Janus rætt í at taka av. 3½ stig og fjórðapláss til Janus. Ótrúliga væl komið aftur eftir ringu byrjanina við 0/2.

 

Alt í alt eitt gott avrik av føroyska hópinum. Rógvi, Høgni og Janus vóru við í oddastríðnum í hvør sínum bólki, og allir telvararnir komu á stigatalvuna. Høgni var sannførandi og fekk eitt fult uppiborið silvurheiðursmerki.

 

P1010086P1010089P1010090P1010092P1010095P1010103P1010108P1010112

NM Ungdóm: Frásøgn 5. umfar

 

A-bólkurin

Rógvi E. Nielsen (2137) – Anders Hobber (2201): 0-1

Rógvi kom eitt vet verri frá byrjan, men spældi seg so upp við nøkrum neyvum leikum og fekk takið. Hann fekk beint fyri svartpuntaða bispinum hjá norðmanninum, og so bleiv svarta kongastøðan ábær. Rógvi hevði einaferð góðan møguleika at fara beint eftir svørtu hátignini, men valdi ein varnari leik, sum kortini varðveitti fyrimunin. Okkara maður vildi ikki hava javnleikin, helt áfram at trýsta, men í nøkunlunda javnari støðu gjørdi hann ein grumman feil, sum kostaði rók. Súrt show, serliga tá ið hálva stigið allatíð var í nánd, men hinir duga jú eisini at telva.

Nokkvi Sverisson (1930) – Heiðrikur T. Jacobsen (1899): ½-½

Heiðrikur spældi enn einaferð pirc við svørtum, og hóast eitt óneyðugt tempotap í byrjanini kom hann heilt væl frá tí. Mótstøðumaðurin visti sær ikki betri at gera enn at býta frúnnar av og fara út í endatalvið. Íslendarin royndi at trýsta við bispi ímóti riddara, men Heiðrikur stillaði sín kong mitt á borðið og forðaði mótstøðukonginum at gera innrás. Heiðrikur var ongantíð í vanda og fekk ein góðan javnleik til høldar.

 

B-bólkurin

Rúni T. Jacobsen (1478) – Matthias Nielsen (1572): 1-0

Rúni telvaði italienskt og kom at standa heilt væl við sterkum miðfinnum og útviklingsfyrimuni. Mótstøðumaðurin kendi ikki teoriina og spældi ov passivt, og so lat Rúni sær ikki siga tvær ferðir. Ein riddari kom niðan á g5, síðani ein frúgv á h5, og so var galið inni á f7. Har var eingin slingur í valsinum, Rúni koyrdi sigurin heim uttan nakað himpr.

 

C-bólkurin

Dagur Ragnarsson (1826) – Høgni E. Nielsen (1978): 0-1

Høgni nýtti eina uppstilling, vit høvdu tosað leysliga um í gjár, og kom væl frá byrjan í stonewall hollendskum. Íslendarin royndi tíðliga í talvinum at leypa hvøkk á við einum at síggja til hættisligum, men í roynd og veru ósunnum offri, men Høgni fann tíverri ikki rætta aftursvarið. Støðan gjørdist fyrst fløkjaslig og síðani kritisk, eftir at svarti kongurin varð latin úr øllum klæðunum. Mótstøðumaðurin hevði ein møguleika av avgera talvið, men tók ikki av, og so kundi Høgni býta av til eitt endatalv við kvaliteti í yvirtali, men tveimum finnum í undirtali. Her vísti Høgni enn einferð góðan teknikk og hálaði stigið trygt í hús.

Oliver Johannesson (1699) – Silas Eyðsteinsson (1763): ½-½

Silas telvaði franskt við svørtum og kom fínt frá byrjan. Eftir hópavbýtingar kom eitt endatalv á borðið, har partarnir høvdu tveir rókar hvør. Silas skuldi vara sær fyri ávísum triksum frá mótstøðumanninum, men hann traðkaði aldrin við síðuna av og helt remis.

 

D-bólkurin

Eli W. Finnson (1334) – Bjarni Brimnes (1000): 1-0

Eli fekk tíðliga í talvinum eitt ávíst trýst á støðuna hjá Bjarna, sum gloymdi at yvirverja miðfinnuna á d5 og flutti ein bisp ov ofta í byrjanini. Svarta frúgvin kom í eina deyðiliga binding, og so var Bjarni prísgivin.

 

E-bólkurin

Valo Hallman (1609) – Ragnar Weihe (1047): 1-0

Ragnar kom væl frá byrjan og setti trýst á hvíta kongin oman eftir opnu g-linjuni. Hann sat og pønsaði upp á eitt bispaoffur niðri á h3, men finnin vardi tíverri fyri. Ragnar var omaná, tá komið var út í mispælið, men royndi seg so við einari kombinatión, sum miseydnaðist og kostaði mann. Ætlanin var tó góð. Ragnar royndi at trýsta finnan, sum var í tíðarneyð, eitt sindur afturat, men har var einki at gera.

Janus Skaale (1180) – Jacob Kryger Dyekjær (1150): 1-0

Janus royndi nýggjan taktikk: at spæla d4 í fyrsta leiki. Hann kom skjótt at standa betur, og við einari fiksari kombinatión vann hann sær eina finnu. Hann stillaði fólkið væl, og tá ið svartur opnaði kongasíðuna, har báðir kongar vóru farnir í borg, setti Janus hart ímóti hørðum. Álopið var eftir bókini, og svarti kongurin varð so dyggiliga settur skák og mát.

 

 

 

P1010045_LargeP1010062_LargeP1010068_LargeSDC11423_LargeP1010072_LargeP1010073_LargeP1010076_LargeP1010091_LargeSDC11424_Large