Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 53)

Seinastu Tíðindini

Innbjóðing HT-Open

 

Kappingin byrjar fríggjadagin 05. nov, kl. 18.00, tá eitt umfar verður telvað. Leygar- og sunnudagin verður byrjað kl. 10.00 og 15.00.

Tíðin til alt talvið verður 1 ½ tími + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri hvønn. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 05. nov.

Tilmelding

Meldið luttøku hjá Finn Larsen: tlf. 59 86 27 og ella við telduposti til finn_lar@hotmail.com Hesin teldupostbústaður er vardur móti forritum som uppsamla teldupostbústaðir. Tú skalt aktiverað Javascript fyri at kunna síggja bústaðin.

Seinasta freist at melda til er hóskvøldið 04. nov kl. 21:00

Møtið Fjølment !

Havnar Telvingarfelag

GP 1, snartalv – úrslit

 

Næsta Grand Prix kappingin verður á Toftum, men tá verður tað kviktalv.

Endaliga støðan:

 

Nr

Navn

Rating

Stig

1

Ziska, Helgi D.

2416

8

2

Rødgaard, John

2333

7

3

Vang, Finnbjørn

2050

6,5

4

Berg, Olaf

2304

6

5

Samuelsen, Carl Eli N.

2222

5,5

6

Nielsen, Rógvi E.

2134

5

7

Justinussen, Sigurð

1959

5

8

Berg, Margar

1705

5

9

Hansen, Herluf

2014

4,5

10

Nielsen, Høgni E.

1943

4

11

Jacobsen, Rúni T.

1453

4

12

Joensen, Jón Magnus

1129

4

13

Andreasen, Jákup á R.

1916

3,5

14

Gregersen, Einar

1549

3

15

Fjallheim, Elmar

1384

1

 

Nýggj nevnd skipað

 

Á aðalfundinum var 3. punkt á skránni, nevndarval, og stóðu tveir mans fyri vali.

 

Undan fundinum var greitt, at Jógvan Joensen (HT), sitandi forseti, sum seinastu 10 árini hevur sitið í nevndini – harav helmingin sum forseti – takkaði fyri seg og tók ikki við afturvali. Sitandi nevnd mælti til, at Dávur Jacobsen (HT) helt fram, og um ongi onnur uppskot komu frá aðalfundinum, at velja Ingolf Gaard (KTF).

 

Eftir stuttari løtu var greitt, at ongin annar ynskti at stilla upp og tískil bleiv Ingolf valdur sum nýggjur nevndarlimur. Tiltakslimir eru framvegis, Hanus Ingi Hansen (VT) og Martin Berg (HT).

 

Eftir loknan fund skipaði nevndin seg soleiðis:

 

Finnbjørn Vang, Forseti

Klæmint Hansen, Varaforseti

Jákup á R. Andreasen, Skrivari

Dávur Jacobsen, nevndarlimur

Ingolf Gaard, nevndarlimur, kappingarleiðari og web-master.

 

Hanus Ingi Hansen heldur fram sum kassameistari.

 

FM-ung einstaklingar í Vestmanna

Kappingin um FM-heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:

A – bólkur: Telvarar føddir 1991-93 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1994-95 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 1996-97 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 1998-99 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2000 og seinni. (10 ár og yngri)

Kappingin er opin fyri ØLLUM áhugaðum talvungdómi !

Skipað verður fyri 3 kappingum, har tvær tær fyrstu eru úttøkukappingar til endaligu finaluna:

2. Onnur kappingin verður í Vestmanna leygardagin 13. novembur 2010 (fyriskipari Vestmanna Talvfelag).

Telva verða 8 umfør, har hvør telvari hevur 10. min. í part til hvørt talvið.  Byrjað verður kl. 10 í Vestmanna Skúla. Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøldið 12. novembur 2010 kl. 19.00.

Meldið til á tlf. 225516 – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.

Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – og hesar kunnu ikki tillagast.

TALVSAMBAND FØROYA

 

Innbjóðing til GP 1, snartalv kl. 11.00

Tær vælumtóktu Grand Prix kappingarnar – sum eru 10 í tali – byrja nú aftur, og lagt verður til brots við einari snartalvskapping.

Telvað verður í hølum Havnar Telvingarfelags leygardagin 23. oktober kl. 11.00. Kostnaður 100 kr.

Tilmelding á snarbjorn@hotmail.com ella 22 14 22, seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 21.00.

Talvsamband Føroya

 

 

Ársaðalfundur TSF, útsettur til 15. oktober

 

 

INNBJÓÐING:

 

Talvsamband Føroya hevur ársaðalfund fríggjadagin, tann 15. oktober 2010, kl. 17.00, í hølum Havnar Telvingarfelags.  

Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. tann 24. september 2010.

 

Uppskot skulu verða liðugt orðað – sett fram av talvfeløgum ella nevnd TSF – og greið at seta til atkvøðugreiðslu.

 

Skrá sambært lógunum:

 

  1. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
  2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  3. Nevndarval
  4. Val av 2 grannskoðarum
  5. Val av 2 dómsnevndarlimum
  6. Innkomin uppskot
  7. Limagjald
  8. Ymiskt 

 

Í nevndini sita:

 

Jógvan Joensen, form. (tekur ikki við afturvali)

Finnbjørn Vang

Jákup á Rógvu Andreasen

Klæmint Hansen

Dávur Jacobsen (tekur við vali)

 

Nevndin hevur uppskot til lógarbroyting í lógum felagsins:

 

Uppskotið verður sett fram av skattatekniskum orsøkum, til tess at varðveita skattafrælsi. Í skattalóggávuni verður í hesum sambandi kravt, at tað í viðtøkunum verður ásett, hvussu farið verður fram, um felagsskapurin verður avtikin. Ásetingin skal veita trygd fyri, at ognirnar fara til “alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listalig, vísindalig ella tílík endamál.”

 

TAKS er av teirri fatan, at galdandi áseting lýkur ikki lógarkravið.

 

Núverandi grein er orðað soleiðis:

 

Ҥ11

  1. Felagið kann verða avtikið, tá ið minsta lagi ¾ av limunum ynskja tað
  2. Skuldi felagið verið avtikið, verða allar ognir tess latnar føroyskum peningastovni í varðveitslu at handa nýggjum føroyskum talvsambandi, um og tá slíkt verður stovnað.” 

Nevndin skjýtur upp at §11 verður orðað soleiðis:

 

Ҥ11

  1. Felagið kann verða avtikið, tá ið minsta lagi ¾ av limunum ynskja tað
  2. Skuldi felagið verið avtikið, verða allar ognir tess latnar til alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listalig, vísindalig ella tílík endamál.”

 

Nevndin mælir aðalfundinum til at samtykkja uppskotið.

 

Møtið fjølment !

 

NEVNDIN

OL: IM normur til Olaf Berg

Føroyska manningin var sera spent, undan seinasta umfarinum, tí teir vistu, at megnaði Olaf javnt, kom normurin til høldar. Sannlíkindini eru vanliga ikki stór, tá stórmeistari situr hinumegin borðið.

Men djarva telvingin, bar – aftur hesuferð – á mál. Trivaligur javnleikur.

Stórtalentið úr Havnini, hevur av álvara tikið alt og øll á bóli. Frá ungum av hava evnini verið heilt serlig.

Men á ein hvønn hátt, hava telvarar ótolnast eftir, nær løtan kom.

Í 2010 kom Føroyameistara-heitið og IM-normur til høldar.

Hjartaliga tillukku til tín og tíni nærmastu !

OL: Vardu skansan

(½-½) GM Manuel Hoyos Leon (2579) – IM Helgi Dam Ziska (2439)
(0-1) GM Juan Carlos Z. Gonzalez (2564) – IM John Rødgaard (2352)
(½-½) GM Jose Garcia Gonzalez (2543) – Olaf Berg (2274)

(1-0) GM Gilberto G. Hernandez (2540) – FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262)

Hóast stórmeistarar á hvørjum borði, høvdu Helgi og Olaf ongar trupulleikar at fáa javnt, meðan John Rødgaard av álvara setti punktum við frálíkum sigri.

OL er av á hesum sinni.

Landsliðið helt fast um 50% úrtøku, sum áhaldandi er tað vit í minsta lagi skulu røkka. Í 11 landsdystum vórðu bert 4 tap – ímóti USA, Serbia, Albania og Uspekistan. Hini 7 umførini borðreiddi landsliðið við 4 sigrum og 3 javnleikum.

Ovaru borðini høvdu áhaldandi trupla mótstøðu og vardu seg manniliga. Men heilt sermerkt er avrikið á niðaru borðunum, har Olaf Berg, Jóan Hendrik og Carl Eli – av álvara – prógvaðu sínar dygdir á altjóða talvpallinum.

Ukraina vann OL-gull í harðari kapping við vertirnar úr Russlandi, meðan Ísrael vann bronsu. Heldur ikki hesuferð megnaðu russar at fáa fatur aftur á endanum – tí totala dominansinum, sum teir gjøgnum talvsøguna hava prógvað.

Føroyar endaði í miðjum høpi – nr. 80 av teim 149 luttakandi tjóðunum.