Landsdysturin millum Ísland og Føroyar, verður ætlandi telvaður í Akureyri 5 – 8 august.
Kostnaðurin verður kr. 1000-1500 fyri hvønn telvara. Onnur áhugaði kunnu eisini ferðast við, men gjalda tó sjálvi ferðaseðilin.
Liðið er nú mannað, men enn er pláss fyri tveimum telvarum afturat. Um áhugi er fyri at luttaka, sigi so frá sum skjótast.
Vinarliga boða frá á +45 41585758 ella kappingarleidarin@gmail.com um tú ert áhugað/ur.
Liðið higartil:
IM John Rødgaard
Sjúrður Thorsteinsson
Wille Olsen
Herluf Hansen
Andreas Andreasen
Arild Rimestad
Wensil Højgaard
Rógvi Olsen