Heim / Ymiskt / Ymiskt / 2. Jóladag snar KTF

 

Tað er siður í Klaksvíkar Talvfelag, at 2. jóladag møtast telvarar til snartalv. Tað er ymiskt hvussu luttøkan er, men tað er altið bæði spennandi og hugaligt.

Luttøkan hevur oftað verið størri enn 2. jóladag 2011, men sjáldan meiri fjølbroytt.

Av teimum 8 møttu telvarunum, vóru helvtin útisetar og 3 høvdu aldrin fyrr telvað í talvfelagi.

 

2. Jóladag snar KTF

Til stuttleikar kann tó nevnast, at hesir útisetar og nýbyrjarar ikki er ókendir fyri fólkum flest.

Steffan Kalsø kenna vit frá KÍ, Rógvi á Tjaldrafløtti spælir við "kultbólkinum" Grandmas Basement og Leif Andersen (beiggi Lenu Andersen).

hevur sløkt mangan tostan sum seljari av vatni, kaffi vm.

Eisini lokali trobadururin Mannbjørn Anthoniussen var møttur úr flatlondum, Terji Petersen kom úr Fíggjarmálaráðnum at halda skil á stigatalvuni, Janus Skaale kom við íblástri frá HDZ, Finnbjørn Vang var við sum ífylla, og Rani Baldursson hevði eisini ein fingur við í spælinum 😉

 

Endaliga støðan eftir umdyst:

 

Finnbjørn 6½

Rani B. 6½

Terji P. 5

Mannbjørn A. 3½

Janus S. 3

Steffan K. 2

Leif A. 1

Rógvi á T. ½

Sí eisini

Talvkapping børn- og ung.

    Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 22.mai kl 14, í Kollafjarðar skúla. Øll …