Heim / Ymiskt / Ymiskt / NM fyri ungdóm: Hósdagur 16.02
NMFelags2012_Large

NM fyri ungdóm: Hósdagur 16.02

NMFelags2012_LargeNM-hópurin er komin til Finnlands í øllum góðum. Flogið var úr Føroyum árla á morgni, og eftir stuttan steðg og millummála í Kastrup hildu vit víðari til Helsinki. Á flogvøllinum í Finnlandi stóð ein bussførari stóð fyri okkum við einum skelti, sum segði “Finnbjorn Vang”. Hann koyrdi okkum á hotellið, og kl. 19 høvdu øll tjekkað inn og fingið lyklar.

 

Á flogvøllinum í Keypmannahavn fall prátið á kend fólk, vit hava sæð. Onkur segði seg einaferð hava sæð Michael Laudrup á flogvøllinum, og ein annar vildi vera við, at hann hevði gingið heilt tætt fram við Peter Schmeichel. Stutt eftir komu tveir av telvarunum, sum ikki høvdu verið við í prátinum, algoystir yvir at boða frá, at teir júst høvdu borið eyga við Caroline Wozniacki. Tíanverri vóru vit júst tá á veg yvir til fráfaringarhølið, so fotografurin fekk onga mynd.

 

Vit búgva og telva á einum hotelli, sum sambært móttøkudamuni sjálvari liggur “in the middle of nowhere”. Her er tó hugnaligt við skógi og kava umhvørvis, og umstøðurnar á staðnum eru framúr. Vit búgva í rúmligum dupulkømrum, og her eru bæði svimjihylur og hitarúm, sum summi í hópinum longu hava  roynt. Umstøðurnar at telva eru – eins og seinast NM varð hildið í Finnlandi – ikki til at seta fingurin á. Gott er við plássi, og heili 17 liveborð eru sett upp til beinleiðis varping. Í elsta bólkinum, A-bólkinum, verða øll 6 talvini víst beinleiðis. Í B, C og D verða 3 talv víst í hvørjum, og í E-bólkinum verða 2 talv víst. Hópurin hevur havt taktikkfund í kvøld, og vit hava gott mót til fyrsta umfarið, sum byrjar í morginárini kl. 11 føroyska tíð (13 finnlendska tíð).

 

Paringin til 1. umfar er hendan:

 

A: Nielsen, Rógvi Egilstof (2137) – Jacobsen, Heiðrikur Tindskarð (1899)

B: Christensen, Casper (1955) – Jacobsen, Rúni Tindskarð (1478)

C: Norlin, Egor (2005) – Eyðsteinsson, Silas (1763)

C: Machlik, Monika (1718) – Nielsen, Høgni Egilstoft (1978)

D: Finnson, Eli W. (1334) – Bhatnagar, Kunal (1813)

D: Demidov, Jan (1786) – Brimnes, Bjarni (1000)

E: Skaale, Janus (1180) – Stefansson, Vignir Vatnar (1461)

E: Weihe, Ragnar (1047) – Ng, Klemens (1537)

 

Umframt Rógva og Heiðrikk, telva Silas og Høgni eisini á liveborðum í morginárini. Livetalv og paringar og úrslit kunnu síggast á:

http://nuortenpm.shakkiliitto.net/index.php?option=com_content&view=article&id=50&Itemid=41

 

N

Sí eisini

Talvkapping børn- og ung.

    Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 22.mai kl 14, í Kollafjarðar skúla. Øll …