Heim / FM einstaklingar / FM 2013 / FM uppdateringar – 3. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

FM update:

Havnin og Klaksvík í oddinum!

Í einum knallhøðrum triðja umfari varð støðan í landsliðsbólkinum sprongd sundur og saman, og nú kunnu heilir seks av teimum 10 luttakarunum reelt stríðast um føroyameistaraskapin, hóast toppurin í støðuni beint nú líkist eini uppgerð millum Havnina og Klaksvík! 

FM uppdateringar – 3. umfar

Kick off til hesa støðuna stóð Martin fyri, tá hann í einum forrúkandi kongaálopi strippaði kongin hjá oddafiskinum í kappingini fyri alla verju. Fyrr í talvinum var tað annars Olaf, sum hevði initiativið, men í einum hópuppbýti satsaði hann meiri uppá tað smarta (20. Rid5) heldur enn tað praktiska og einfalda 20. exf5, sum gav greiðan fyrimun. Tá álopið hjá Martin rullaði í fullum útblástri kundi Olaf við 27. Ff2, í staðin fyri 27. Fe1, fasthildið eina dynamiska, men javna, støðu. Eftir tað var Martin kaldur, og tá Olaf í rokanum nappaði ein heilan rók, hoyrdu vit Jákup Thomsen sála fyri okkum, tá hann á sinni proklameraði: tú kanst gott fáa rókin, bara eg fái kongin:)

Við Olafi á knøðunum lá Eyðun ikki sjóvarfallið av sær, smekkaði til, tók alt stigið móti Hanusi, fyrsta plássið í kappingini, og alt kongaríkið – í minsta lagi fyri ein dag!
Talvið teirra millum var javnt allan vegin, inntil Hanus kom at blotta kongastøðuna við 29…g6. Fýra leikir seinni var ballið reelt buðið, og Eyðun nýggjur kongur av Argjum.

Finnbjørn fekk eisini í posa og sekk, tá Carl Eli bukkaði bispin aftur á d1 í 29. leiki. Hevði hann í staðin sett rókin á d1 varð talvið javnt. Talvið teirra millum var annars fullkomiliga javnt, enntá við ólíkalittum bispum, og tí tilsvarandi óskiljandi, at Carl Eli kundi tapa tað. Men tað eru fleiri telvarar enn Carl Eli sum hava upplivað The Phantom of the Opera á alljósum degi, m.a. undirritaði:)

Við sigrinum hevur Finnbjørn meldað seg inn í áhugaverda bunkabrúdleypið á ørðum plássi, hann kann kemur at kempa í móti Olafi og Martin.

Hans Kristian kom aftur á stigatalvuna við einum press talvi móti Herluf, har HKS stóð eitt sindur betur allan vegin. Herluf megnaði ikki trýstið, og tá hann í 43. leiki flutti rókin á tann eitraða puntin a5, sá HKS killaran 44. Rixe5 og over and out!

Einasta javnleikin í hesum mini-armageddon av triðja umfari stóru Ólavur og Høgni fyri. Í einum teoretiskum spanióla kom talvið ongantíð krittiskt út um remismarkið og teir samdust um javnleik í dagsins stytsta talvi uppá einans 25 leikir.

Jú, sanniliga opinberar ein spennandi FM kapping seg fyri okkum úti á Argjum, har stríðsviljin er so stórur, at eftir trý umfar eru tað heilir átta telvarar, sum hava vunnið eitt ella fleiri talv og seks teirra kunnu reelt gerast føroyameistarar. Í løtuni liggja telvararnir úr KTF og HT bestir fyri, men tað liggja seks umfør í millum støðuna í dag og steypahandanina leygardagin:)

Einki er avgjørt, men – yacta est alea!

 

 

{jcomments on}

Sí eisini

FM uppdateringar – 9. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

 

FM update:

Veni, vidi, vici!

Olaf kom, sá og sigraði í tí mest kompromisleysu FM kapping, eg haldi meg minnast. 

Av teimum 45 talvunum tilsamans, endaðu einans fimm við javnleiki! Tað týður uppá ein heilt einastandandi kampvilja, ein eirindaleysan vilja at vinna, og uppá nógva orku, kreativitet og sjálvsálit í ólukkumát.