Pole position skifti fleiri ferðir gjøgnum alla kappingina ímillum Olaf og Eyðun, við Martini beint í hølunum. Umframt hesar tíggjar musketerarnar komu Ólavur og Høgni – sum báðir fingu eina skelkandi byrjan – aftur í stórum stíli, og tóku triðja og fjórða pláss.
Oddvitin gjøgnum tað mesta av kappingini, Eyðun, endaði á fimta plássi, tá hann – trýstur inn í eina all-in situatión – framdi eina kamikazeroynd at koppa Olafi, hóast hann fleiri ferðir kundi tikið við javnleikinum, sum Eyðun altso ikki kundi brúka til nakað. T.v.s. at Eyðun sat reelt og spældi um fyrsta ella fimta pláss! So tøtt var kappingin til allarseinasta umfar. Men ein javnleikur teirra millum hevði hóast alt givið Martin kjansin í einum umdysti moti Olafi, men, men..
Yvirhøvur var seinasta umfar ein rótut affera reint talvliga.
Hans Kristian bukkaði stórt móti Martin. Finnbjørn átti ikki at tapt móti Ólavi. Høgni kundi lættliga hindrað álopinum frá Carl Eli, og Herluf átti avgjørt ikki at tapt móti Hanusi. Men soleiðis fella ‘seinastu-umfør’ mangan:)
Nýggi føroyameistarin Olaf, var púra kompromisleysur. Hann vann sjey talv, tapti tvey og spældi einki remis.
Á øðrum plássi vann Martin fimm talv, tapti eitt og leikti tríggjar javnleikir.
Á triðja plássi vann Ólavur eisini fimm talv, men tapti tvey og eitt javnt.
Eingin telvari slapp ósigraður í gjøgnum kappingina, og er tað eitt týðuligt tekin um stóra stríðsviljan í FM 2013.
Ikki kann sigast annað enn at hetta setur FM tittulin hjá Olafi í eitt heilt serstakt og heiðurligt perspektiv!
Í fyrsta bólki útiklaði all-in talvið millum oddafiskin Rana Baldurson og Jákup á Rógvi seg til ein sannan gysara. Jákup kom at standa nógv betur, men Rani fuskaði intelligent støðuna til ein javnleik. Tað hendi í eini klassiskari støðu, tá Jákup í eini nógv betur støðu ikki gáai um, at kongurin hjá Rana stóð í patstøðu (kundi ongan lógligan leik flyta). Einasta fólkið, sum Rani tá kundi flyta, var rókin, sum hann síðani kundi seta beinleiðis í deyða leik eftir leik, móti konginum hjá Jákupi. Har var einki at gera. Javnleikurin kom í hús, og Rani umsetti sína stigaríku telving til ein væl uppibornan vinnarasteyp og eitt hart tiltrongt ratinglop – tann rætta vegin.
Í øðrum bólki var superveteranurin Gutti stak effektivur, vendi verri støðum til sigurs, vann onnur talv straight ahead, og rann undan øllum heilt niðan fyrsta plássið og sigurssteypin. Flott klárað av Gutta at vísa yngri telvarunum til tey eftirfylgjandi plássini.
Unglingaføroyameistari er Janus Skaale, sum krusaði trygt ígjøgnum alla kappingina og vann í flottum stíli.
Hjartaliga tillukku føroyameistararnir Olaf Berg og Janus Skaale, og allir tit, sum komu á sigurðsskammilin.
Eisini eina tøkk til Finn Larsen og Havnar Telvingarfelag fyri fyriskipan av tiltakinum, og til Jógvan Weiðe, sum sponsoreraði øll steypini.
Sjálvur havi eg sitið norðuri á Trøllanesi og fylgt við kappingini og hugna mær við at kommentera kappingina á feysbukk. Í øllum rokanum eru helst villur komnar fyri, bæði stavivillur, orðingar og kanska onkrir leikir. Men tá eg í øllum rokanum tann 26. mars av misgávum kom at skriva ‘Jákup Thomsen sáli’, so vil hervið senda Jákupi mína hjartans umbering fyri henda býtta og óstortsliga feil.
Sanniliga. 2013 gjørdist ein triumf ferð fyri Olaf Berg, sum kom, sá og sigraði! Hjartaliga tillukku við meistaraheitinum Olaf!
{jcomments on}