Olaf sá ikki, at frúgva penetreringin hjá Herlufi førdi luks til mát. 42.Fc8 gjørdist eisini seinasti leikurin í talvinum. Olaf sá skriftina á vegginum og takkaði fyri.
Við hesum óvæntaða úrsliti vaknaði ein nýggjur møguleiki hjá Eyðuni brádliga til lívs. Sára fallið í gjár kundi gerast ein triumf uppreisn í dag, um hann megnaði at fáa spakan undir Hans Kristian. Ikki tí. Útlitini vóru einki serlig. Tap í gjár, svart í dag..
Í einum longum og skiftandi talvi endaði tað heila við, at støðan hjá HKS krakkeleraði og fakta varð, at Eyðun eftir bert eina karga nátt kundi kenna ta fløvandi uppreisnina atomisera sára tapið og 1. plássmissin í gjár.
Olaf og Eyðun hava enn einaferð býtt um pláss. Í morgun var spurningurin, hvussu Olaf fór at umsita 1. plássið, sum hann vann sær í gjár. Í dag hevur Eyðun leiklutin á tí kalda toppinum, sum allir eru úti eftir!
Støðan eftir seks umfør:
Eyðun 4,5 stig
Martin, Olaf og Ólavur 4 stig
Nú bíða vit í spenningini eftir útslitunum frá seinna umfarinum í dag. Meiri um tað í morgin.
{jcomments on}